Eyðdis Hartmann Niclasen hevur vitjað í Vági

Landsstýriskvinnan í heilsu-og orkumálum hevur vitjað í syðru helvt av Suðuroynni, og her hevur eitt nú verið tosað um útbygging av Heilsumiðstøðini og um eldraøkið

 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, vitjaði fyrr í vikun í Vági.

 

- Her hevði landsstýriskvinnan fund við borgarstjórarnar í sunnaru hálvu. Tosað varð eitt nú um framtíðarætlanirnar fyri Heilsumiðstøðina í Vági, sum Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna eiga í felag.

 

Í syðru helvt av Suðuroynni halda eigarakommunurnar tað hava stóran týdning, at Heilsumiðstøðin verður dagførd og útbygd, soleiðis at enn fleiri heilsutænastur kunnu veitast tætt at borgarunum.

 

- Ætlanin hjá eigarakommununum samsvarar væl við ætlanirnar hjá heilsumálaráðnum - um at styrkja heilsutænasturnar kring landið og gera tær meira atkomiligar hjá fólki.

 

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður víst á, at Heilsumiðstøðin í Vági, sum varð bygd í 1980, hevur í dag stóran týdning fyri suðuroyingar, og nógv fólk gera dagliga brúk av teimum tænastum, sum verða veittar í miðstøðini.

 

- Á fundinum greiddi borgarstjórin í Vágs kommunu frá ætlanini at útbyggja og vísti landstýriskvinnuni tekningar av verkætlanini. Samstundis varð greitt frá, hvussu arbeiðið ætlandi verður skipað, og hvørjir nýggir møguleikar kunnu skapast innan læknaøki 5, tá útbyggingin er framd.

 

Á fundinum varð eisini tosað um eldraøkið í Suðuroynni og tær avbjóðingar, sum kommunurnar fara at hava komandi árini.

 

- Borgarstjórarnir vístu á, at størsta avbjóðingin á eldraøkinum er fíggingin, sum leggur stórt trýst á kommunurnar í Suðuroynni.

 

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at fáa fíggingarleistin av eldraøkinum endurskoðaðan, soleiðis at hann í størri mun tekur hædd fyri veruligu útreiðslunum og tørvinum á økinum.

 

- Eisini varð víst á, at ein varandi loysn má finnast fyri fíggingini av demensøkinum, sum er eitt veksandi øki við stórum tørvi á bæði tænastum og fakligum førleikum.

 

Borgarstjórarnir greiddu eisini landsstýriskvinnuni frá umvælingunum, sum í løtuni fara fram á ellisheiminum, Hamragarður í Vági. 

 

Hamragarður er eisini í felagsogn hjá Hovs kommunu, Porkeris kommunu, Vágs kommunu og Sumbiar kommunu.

 

- Arbeiðið at umvæla gongur eftir ætlan og verður væntandi liðugt í oktober ella november í ár.

 

Á vitjanini fekk landstýriskvinnan eisini høvi at hoyra nærri um ætlanirnar hjá kommununum, bæði á heilsu- og eldraøkinum.

 

- Landsstýriskvinnan takkaði fyri góða móttøk og fyri kunningina um framtíðarætlanirnar við Heilsumiðstøðini og avbjóðingarnar á eldraøkinum, verður sagt á heimasíðuni hjá Vágs kommunu.