Sum einasta liðnum í EM-endaspælinum eydnaðist tað Kekkia at fáa fulla úrtøku burturúr bólkaspælinum. Kekkar vunnu allar sínar dystir, hóast teir í seinasta dystinum ímóti Týsklandi fóru á vøllin við einum eykaliði, har bert tveir av vanligu manningini vóru við, tí teir longu høvdu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.
Einki bit í týska álopinum
Sum væntað var tað Týskland, ið var við yvirvág ein stóran part av dystinum, men enn einaferð bleiv staðfest, at týsku fótbóltsrisarnir hava ein stóran trupulleika í álopspartinum, har Týskland í langa tíð ikki hevur havt ein veruligan málskorara. Kevin Kuranyi og Fredi Bobic eru góðir spælarar, men teir hava ikki sama støði, sum eitt nú Jürgen Klinsmann og landsliðsvenjarin sjálvur, Rudi Vøller, høvdu, tá ið teir báðir myndaðu álopið hjá Týsklandi fyrst í nítiárunum.
Tað hevur eisini víst seg, at nógv tey flestu málini hjá týska landsliðnum seinnu árini eru skotin av miðvallarleikarum, og tá ið Týskland fekk sett hol á mikukvøldið, var tað enn einaferð ein miðvallari, ið syrgdi fyri málinum. Einir 20 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, tá ið Michael Ballack fekk bóltin áraka brotsteigarmarkið, og hann gjørdi ikki mætari enn at langa til við vinstra beini, og bólturin fleyg upp undir nettakið, og so var 1-0.
Kekkisku eykamenninir royndu at svara aftur, og tá ið hálvur tími var leiktur av fyrra hálvleiki, fingu teir javnað. Eitt fríspark var dømt til Kekkia væl uttan fyri týska brotsteigin og nakað úti í høgru síðu, og Marek Heinz gjørdi ikki mætari enn at langa bóltin upp í nærmasta málhorn, uttan at Oliver Kahn hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri. Hetta málið kom dátt við týskarum, sum nú als ikki fingu spælið hjá sær at koyra, og hugflogið á týska miðvøllinum var ógvuliga avmarkað.
Baros sløkti týsku vónirnar
Seinni hálvleikur var ógvuliga tamur. Týskland royndi at koma longur fram á vøllin, men tað gekk ógvuliga striltið at koma til veruligar málmøguleikar. Tó var Michael Ballack nær við, men royndin hjá honum fór á stongina. Og tá ið tað so smátt var farið at líkjast einum veruligum týskum trýsti á kekkiska málið, fekk Kekkia eitt skjótálop, sum avgjørdi dystin. Innskifti Milan Baros úr Liverpool FC rann inn í týska brotsteigin, og hóast Oliver Kahn bjargaði í fyrstu atløgu, eydnaðist tað Baros at skora í aðru syftu. Hetta málið kom, tá ið okkurt um eitt korter var eftir at leika, og tað sást týðuligani, at týsku leikararnir mistu vónina eftir hetta mál.
Holland vann væntaða sigurin
Hin dysturin í bólkinum var millum Holland og Letland. Hóast Letland hevði staðið seg øgiliga væl í teimum báðum fyrstu dystunum í bólkinum, vóru hollendingar stórfavorittar undan hesum dystinum, og tað heiti livdu teir appelsinlittu eisini upp til.
Ruud van Nistelrooy legði Holland á odda 1-0, tá ið 25 minuttir við einum ivasomum brotssparki, sum danski dómarin Kim Milton Nielsen dømdi, tá ið Edgar Davids fór um koll áraka brotsteigarmarkið. Eina løtu seinni var vandamikli Manchester United-framherjin aftur á blettinum, tá ið Philip Cocu skallaði ein frísparksbólt inn í lettiska málteigin, har van Nistelrooy setti pannuna á, og so var 2-0. Hendan støðan helt sær leingi, men nakrar minuttir fyri leiklok staðfesti ein annar vandamikil hollendskur áleypari, Roy Makaay, sigurin, tá ið hann skeyt eitt gott skot eftir jørð í mál eftir gott uppspæl frá Arjen Robben.
Vøller takkar fyri seg
Eftir at hollendsku leikarar frættu úrslitið av dystinum millum Kekkia og Týskland, var gleðin, sum vera man, stór á teimum. Tey flestu høvdu væntað, at týskarar fóru at vinna á eykaliðnum hjá Kekkia, men so var ikki. Hollendska landsliðið tykist verða við at koma fyri seg í kappingini, og lítið er at ivast í, at hollendingar hava góðar vónir undan fjórðingsfinaluni ímóti svium.
Hósdagin visti týska blaðið Bild at siga, at týski landsliðsvenjarin, Rudi Vøller, hevði lagt frá sær. Hann hevur verið fyri nógvum atfinningum í týsku miðlunum, og millum annað verður spurnartekin sett við, hví hann fyri tað mesta bert leikar við einum einsamallum áleypara, tá ið farast skal á vøllin fyri at vinna dystir.