Hann er 26 ára gamal, ættaður úr Bretlandi,men hevur seinastu árini arbeitt á hárfríðkanarstovu í Gibraltar.
Um orsøkina til at hann kom longu leiðina hendavegin er, at hann hitti føroyska gentu, og fegin vildi royna at búgva og arbeiða í Føroyum.
Á Gibraltar búgva 40.000 fólk, og hóast veðurlagið er øðrvísi, so eru nógvir líkleikar.
- Eitt nú er torført á Gibraltar at halda nakað loyniligt, tí øll vita alt um hvønn annan, eins og eg havi varhugan av, at fólk gera her, sigur Adrian Tilbury, og sipar til, at vit hava frætt um hann, hóast bert 14 dagar eru síðan hann byrjaði at arbeiða.
Hann heldur bert, at tað er hugnaligt, og skilir ikki, at oyggjarbúgvar t.d. ikki eru áhugaðir at koma í bløðini. Í Bretlandi hinvegin, gera fólk alt tey eru ment, fyri júst at koma fram í fjølmiðlunum.
Reint umhvørvi og grønari í Føroyum
- Tað góða í Føroyum er, at her er so reint og nógv grønari enn á Gibraltar, men sjálvandi er okkurt at fýlast at. Eitt nú er skattastigin er hægri. Tað kundu eisini verið fleiri caféir og handlar, eins og ítriv o.a. hjá ungdómi at fara til, sigur Adrian Tilbury.
Honum dámar eisini væl at arbeiða á salongini hjá Sølvá, men hann skilir ikki málið, men fer í næstum á skeið í føroyskum.
- Hóast eg ikki skilji nógv, so dámar mær væl at arbeiða her, tí mær dámar so væl at fáast við fólk, sigur Adrian.
Hann kundi hugsað sær at fleiri ungfólk vitjaðu inn á gólvið, tí hann serliga hevur lagt seg eftir nútíðar hárseting klippisniðum og hárliting, sum hann fegin vildi kunnað viðskiftafólk um.
Listarligur hársetari
Adrian Tilbury er kendur hárgreiðslumaður á Gibraltar eins og í Bretlandi, har hann hevur verið listarligur leiðari í hárseting í kenda hárfríðkanarfelagnum Tony&Guy, sum hevur hárgreiðslustovur víða um í Bretlandi.
Arbeiðið sum hárgreiðslufólk er heldur ikki óvanligt í hansara familju. Bæði foreldrini og ein systir arbeiða í hesum faki.
Adrian Tilbury var 15 ára gamal, tá hann fór úr skúlanum, og skuldi taka støðu til, hvørja útbúgvin hann skuldi fara undir. Hann royndi fyrst at arbeiða á hárgreiðslustovuni hjá foreldrunum eina tíð.
Skjótt var hann greiður yvir, at hetta var starv, sum hann vildi ogna sær meira vitan um, og fór á eitt skeið í hárfríðkan. Seinni fór hann á hárfríðkanarskúla, men tað kostaði nógvan pening. Hann vildi heldur læra handverkið ?úti í markini³. Í Bretlandi er lærutíðin øðrvísi enn her hjá okkum. Adrian helt, at hann lærdi meir við at arbeiða á hárgreiðslustovum.
Fyri at læra annað fólkaslag og annað umhvørvi at kenna, fór hann bert 16 ára gamal til Gibraltar at arbeiða.
Har stovnaði hann hárfríðkanarstovu, sum hann hevði í fleiri ár.
Seinni fór hann aftur til Bretlands, og tá var tað, at hann fekk í boði at gerast listarligur leiðari hjá Tony &Guy, har hann starvaðist í sløk tvey ár, men so fór hann aftur til Gibraltar. Adrian hevur arbeitt á Gibraltar í seinastu fimm árini, og hevur havt nógv at gera.
Oyggjarsamfeløg
og einstaklingar
Adrian Tilbury sammetir eisini viðurskiftini í klædna- og hármótanum í oyggjarsamfeløgunum báðum.
- Fólk eru meira einstaklingar í oyggjarsamfeløgum. Tey hava sína egnu áskoðan um, hvussu tey vil- ja lata seg í og greiða sær, - Tað er ikki sum í stórbýnum London t.d., har øll apa sær eftir tí, sum stendur í bløðunum o.s.fr..
-Tað, sum tú sært í bløðunum kann ikki altíð brúkast, tí útsjóndin er persónlig, sigur Adrian Tilbury, sum júst í sínum arbeiði hevur lagt seg eftir at finna fram til tann persónliga stílin, ið situr til einstaklingin.
- Tað er eins spennandi her og aðrastaðni. Bert havi eg eitt hjartasuff: Eg haldi, at fólk í hárgreiðsluyrkinum í Føroyum áttu at samstarva um prísir og annað í hesum sambandi. At kappast ímóti hvør øðrum elvir bert til, at viðskiftafólk missa virðingina fyri hesum yrki, sigur Adrian Tilbury.