AV! Wayne Rooney fingið stórt sár á pannuna

Enski framherjin hevur meldað avboð til enska landsliðið. Tað er nú ikki so ilt at skilja hví.

Tað var í einum av teimum seinastu venjingunum undan Premier League dystinum móti Liverpool, at Wayne Rooney og liðfelagin í Manchester United, Phil Jones, brustu saman.

 

Wayne Rooney fekk ein stoyd í høvdið og fekk eitt djúpt sár í pannuna, sum er yvir sjey sentrimetrar langt. Umboð fyri enska landsliðið kundu skjótt staðfesta, við at granska myndir av sárinum, at Wayne Roonry fór at fáa trupult við at skalla bóltin.

 

Manchester United framherjin verður sostatt ikki við, tá Ongland skal takast við Moldova og Ukreina í HM undanspælinum.

 

Óvist er nær hann verður klárur aftur.