Nú, tað er lýtt og slavið nógvastaðni, er stórur vandi fyri, at svartaspilla kemur í velturnar, sigur Búnararstovan í ávaring í morgun.
Tí mælir Búnaðarstovan til at sproyta bløðkurnar við Dithane beinanvegin ein turrur dagur er og so einaferð aftrat um einar 10 dagar.
Svartaspilla kann koma í veltuna, um tað er lýtt og ráligt í veðrinum. Hon kann fyribyrgjast við at sproyta veltuna við soppadrepandi evni. Sproyta fyrstu ferð, tá bløðkurnar eru einar 20 til 30 cm høgar og so aftur við eini 8 til 12 døgum ímillum og halt áfram til vandin fyri svartaspillu er av. Eplini mugu ikki takast upp fyrr enn 14 dagar eftir, at sproytað er síðstu ferð.
– Eplini kunnu takast upp fyrst í september, ella tá slokkarnir eru ordiliga følnaðir, helst í turrum veðri, og tá tað ikki er ov kalt. Tá eplini eru tikin upp, verða tey turkað og løgd myrkt í 1 – 2 vikur í 11 – 14 stigum. (Grøn rá epli eru nakað eitrandi, men eitrið verður spaltað til vandaleys evni, tá tey verða kókaði), skrivar Búnaðarstovan.
Epli skulu goymast í 4 – 5 stigum í ikki ov turrari luft. Tá hitin fer niður um 4 stig ella frost kemur í tey, fáa tey ein søtan smakk, og halda tey sær heldur ikki so leingi tá.