Ávarar um beinleiðis fólkaræði

Vandin er, at avgerðir verða tiknar grundað á upphitaðan fólkastemning, sigur Bjørn á Heygum um uppskot hjá Tjóðveldi um at loyva 4500 veljarum at krevja lógaruppskot til fólkaatkvøðu

Vandin er, at avgerðir verða tiknar grundað á upphitaðan fólkastemning, sigur Bjørn á Heygum um uppskot hjá Tjóðveldi um at loyva 4500 veljarum at krevja lógaruppskot til fólkaatkvøðu.

 

- Hetta er nakað heilt nýtt, og hetta er ikki nakað vit kenna frá øðrum skandinaviskum londum. Eg haldi, at vit skulu vera varin við at gera tílíkar broytingar.

 

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera uppskotið til broytingar í stýrisskipanarlógini frá 1994.

 

- Tað er serliga tankin um, at nøkur mál kunnu verða serliga viðkvom og ávirkaði av einum upphitaðum fólkastemningi, tá tey vera tikin fram og avgjørd, sum vit skulu vera varin við, sigur Bjørn á Heygum.

 

Tjóðveldi vil eisini broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at ein triðingur av tinglimunum kunnu krevja eitt samtykt lógaruppskot fyri fólkaatkvøðu.

 

- Tá stýrisskipanin varð samtykt í 1994 kom hesin parturin ikki við. Men eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um broytingin kemur ígjøgnum nú, sigur Bjørn á Heygum.

 

Uppskotini hjá Tjóðveldi um at broyta Stýrisskipanarlógina hava verið til 1. viðgerð í løgtinginum í dag.

 

Eftir viðgerðina er lagt upp til, at lógaruppskotini verða viðgjørd í eini víðkaðari Rættarnevnd við umboðum úr øllum flokkum. Løgtingið skal á tingfundinum seinni í dag taka støðu til, um málini tí skulu beinast í eina sonevnda grein-25 nevnd.

 

Hoyr samrøðu við Bjørn á Heygum við at trýsta á pílin undir myndini.