Tá ið Fíggjarligt Støðufesti seldi síni seinastu partabrøv í Eik Banka til TF Holding, visti seljarin einki um skattaniðurstøðuna, sum gjørdi bankan 90 milliónir meira verdan. Leiðslan í Eik metti seg ikki hava ábyrgdina av at tryggja, at seljarin visti um niðurstøðuna. - Eg visti einki um skattaniðurstøðuna, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti
Vikuskiftis Sosialurin avdúkar í dag, at Fíggjarligt Støðufesti einki visti um tær 90 milliónirnar í skattafrádrátti, sum Eik Banki hevði fingið játtað, tá ið Fíggjarligt Støðufesti seldi síni seinastu partabrøv til TF Holding.
Ein veruleiki, sum eingin tekur ábyrgd av.
Les stórt tema um málið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.