Avgerðin hevur onga skund

Um miðjan mars slepti Býarskipanarnevndin eini minni bumbu, tá hon handaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, eitt frámæli viðvíkjandi havnarútbyggingini hjá Tórshavnar kommunu.


Arbeiðið var longu boðið út, vinnari funnin, og flest allir myndugleikar høvdu givið neyðugi loyvini til, at kommunan kundi víðka um havnarøkið eystanfyri Skansan, men frámæli frá nevndini gav knappliga landsstýriskvinnuni heimild til at steðga umstríddu verkætlanini.


Harvið liggur avgerðin, um arbeiðið skal steðga ella ikki, nú hjá landsstýriskvinnuni. Tann avgerðin letur tó bíða eftir sær, tí landsstýriskvinnan gjørdi nevniliga alt fyri eitt greitt, at hon ikki fór at taka nakra avgerð í málinum fyrr enn hon hevði hoyrt allar partar.


Upprunaliga var ætlanin, at ein fundur skuldi vera millum Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuna 31. mars, dagin áðrenn hoyringsfreistin var úti. Tann fundurin varð tó útsettur, og verður í staðin í morgin.


Harvið nærkast málið eini avgerð, men landsstýriskvinnan hevur tó ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri nær málið verður avgreitt.


- Eg ætli mær at brúka neyðuga tíðina at viðgera málið. Her er talan um eitt stórt mál, ið krevur sakliga viðgerð. Ætlanin er at lurta eftir øllum pørtum í málinum. Fyrst verður ein fundur við Tórshavnar kommunu, og síðani er ætlanin at hava ein fund við Býarskipanarnevndini at viðgera teirra frámæli, sigur Sirið Stenberg við in.fo.