Avgerðin um ES-stongsul fellur í dag

Tað er í dag, at nevndin, sum hevur við fiskivinnu og akvakultur at gera, skal hava fund. Og tí er tað eisini í dag, at avgerðin um handilsstongsulin móti Føroyum verður tikin.

Í langa tíð hevur verið tosað um, at ES fer at lýsa handilsboykott ímóti Føroyum fyri føroyska fiskiskapin eftir sild og makreli. Maria Damanaki, fiskivinnuráðharri í ES, fekk fyri nógvum mánaðum síðan heimild til at seta í verk eitt boykott, men áðrenn tað kann setast í verk, skal tað viðgerast í nevndini, sum hevur við fiskivinnu og akvakultur at gera.

Henda nevnd hevur fund í dag, og tað er á hesum fundinum, at nevndin skal viðgera tiltøkini, sum ætlanin er at seta í verk móti Føroyum.

Vera tiltøkini samtykt, og tað vera tey ivaleyst, sleppa føroysku reiðaríini ikki at selja sild og makrel á ES-marknaðinum, og tey sleppa heldur ikki at selja vørur, sum hava nakað við sild ella makrel at gera.

Heldur ikki sleppa føroysk skip, sum sigla við sild og makreli, inn í ES-havnir og uppi í tí hongur eisini, at føroysk skip ikki sleppa inn í altjóða havnirnar í Rotterdam og Klaipeda, og tað er hetta seinna, sum kann gerast tann stóri trupulleikin, av tí at hesar báðar havnirnar vera nógv brúktar í sambandi við samhandilin við lond, sum ikki eru partur av ES.