Fólkaatkvøða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hvannasund: Í morgun klokkan 10 lat valhølið í skúlanum á Fossánesi upp.
Í dag skulu íbúgvararnir í Hvannasunds kommunu nevniliga taka støðu til, hvørt kommunan skal fara upp í Klaksvíkar kommunu og sum seinni verður til ta stóru Norðoya Kommunu.
Fyrsti veljarin kom fimm minuttir eftir at valhølið lat upp, og tann næsti eina lítla løtu seinni. Ikki fyrrenn eftir klokkan 20 í kvøld verður greitt, um fólkið hevur somu hugsan sum meirilutin í bygdaráðnum sum fegin vil leggja saman við Klaksvík.
Líkt er til, at fólkið í kommununi gera sína skyldu, tá val hava verið hildin. Vanliga er valluttøkan uppá 90 prosent til kommunuval og løgtingsval.
Í kommununi búgva 436 fólk, og av hesum hava 321 teirra valrætt í dag – 190 í Hvannasundi, 128 í Norðdepli og 3 í Múla.
Ein av limunum í valstýrinum, Súsanna Christiansen upplýsir, at higartil eru innkomnar 14 brævatkvøður.
Tilgongd
Í eina tíð hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, og hava nógvir fundir verið hildnir millum umboð fyri báðar kommunurnar.
Ein ætlan um eina tilgongd varð gjørd, og eftir henni skuldi fyrst ein borgarafundur haldast mánakvøldið og síðani skuldi fólkaatkvøðan haldast í kommununi.
Eftir at úrslitið av fólkaatkvøðuni verður greitt í kvøld, skal bygdaráðið viðgera tað á einum eykafundi í annaðkvøld. Og síðani verður næsta og avgerandi stigið tikið.
Verður tað so sum meirilutin í bygdaráðnum ætlar og sum býráðið í Klaksvík ætla, verða tær fimm bygdirnar í Hvannasunds kommunu partur av Klaksvíkar kommunu á nýggjárinum.