Avgjøld á hitir skal geva fleiri børn í Kina

Nú nýggj avgjøld skulu leggjast á gitnaðarfyribyrging, ávarða serfrøðingar um vandan fyri fólkaheilsuni í Kina

Kinesiska stjórnin ynskir, at kvinnur skulu føða fleiri børn, og tí leggur landsins stjórn avgøld á fyribyrging frá 1. januar 2026 at rokna.

 

Tá verða avgjøld á 13 prosent løgd á gitnaðarfyribyrging.

 

Fyrst í áttatiárunum var politikkurin hjá Kina, at kvinnur bara skuldu fáa eitt barn, og í 2015 gjørdist t lógligt at fáa tvey børn.

 

Tá fólkatalið í Kina byrjaði at minka í 2021, gjørdist trý børn nýggja hámarkið.

 

Nú nýggj avgjøld skulu leggjast á gitnaðarfyribyrging, ávarða serfrøðingar um vandan fyri fólkaheilsuni í Kina.

 

- Øktir prísir avmarka atgongdina til fyribyrging, eitt nú millum fólk, sum eru illa fyri fíggjarliga.

 

Tað sigur Qian Cai, stjóri í amerikanska felagnum, Demographics Research Group, sum starvast við University of Virginia, veit tíðindastovan NTB at siga.