Ein sovandi gestur á politistøðini

Og ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Løgreglan hevði ein sovandi gerst á støðini seinnapartin í gjár. Tað var ein persónur, sum varð tikin, tí hann kláraði ikki seg sjálvan. Ein annar persónur fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, tí hann hevði sera órógvandi atburð stutt fyri klokkan 18 í Steinatúni í Havn.

Um hálvgum tey tíðina í nátt tók løgreglan ein bilførara á Skálafjørðini. Illgruni var um, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Løgreglan hevur útgerð at kanna tað við at kanna spýttið. So varð gjørt, og tá vísti seg at geva útslag. Viðkomandi var tí handtikin og kannaður og skuldsettur efgir grein 15,1 í revsilógini, sum er um koyring, ávirkaður av rúsevnum.

Løgerglan kann eisini eitt mál um herverk á Norðtoftum, har onkur hevur brotið rútar í huruðunum til eina smoltstøð hjá Bakkafrost. Har eru spor at ganga eftir, sigur vaktleiðarin, sum væntar, at tey tí finna út av, hvør tað er. Greitt er enn ikki, um nakar hevur verið inni, men tað verður kannað.