Tað var fyrsta korterið, sum avgjørdi steypafinaluna hjá kvinnum. Tá skoraði Neistin bara tvær ferðir, meðan Kyndil við Simonu Petersen á odda fekk seks bóltar í meskarnar.
Fleiri myndir av fegnum steypavinnarum síggjast HER
Neistin fór út at mansverja Simonu, og tað steðgaði álopsspælinum hjá Kyndli. Í álopspartinum spældi Neistin seg eisini fram til sínar møguleikar. Ikki minst eftir steðgin, tá tær eitt skifti minkaðu munin niður í tvey mál.
Hetta var kanska mest spennandi løtan í dystinum, men tá harðast leikaði á, togaði Kristina Griksaite stórspælið fram, og tað tók luftina úr trýstinum frá Neistanum.
Frásøgnin frá dystargongdini sæst HER
Seinasta korterið var Kyndil aftur greitt omaná, og so hvørt sum klokkan gekk, rómaðu grønu ljóðini alt harðari. Kyndil hevur vunnið sína fyrstu kvinnufinalu í 14 ár, og fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava tær bast grannunum í steypafinaluni.
Síggi fleiri dystarmyndir HER
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 14-19 (6-10)
Málskjúttar
Neistin: Bára Hansen 6(1), Jacklin Durhuus 3, Rakul Augustinussen 2, Nicoleta Radu Hansen 2,Eir M. Berg 1
Kyndil: Simona Petersen 6(4), Jórun S. Ludvig 3, Anna Brimnes 3, Bjarta D. Johannesen 2, Bára K. Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Anja Heinadóttir 1, Gudrun R. Olsen 1
Brotskøst: Neistin 2/1, Kyndil 4/4
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Gert Hansen