Sunnudagin klokkan 18.00 spælir manslandsliðið í hondbólti móti Ukraina í Høllini á Hálsi. Hondbóltssambandið boðar nú frá, at tað verður eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í høllina at síggja dystin.
- Eingin almenn atgongumerkjasøla verður tó til dystin, men hava hondbóltsfeløgini fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at umsita. Ætlandi verður høllin deild í tríggjar partar, har 200 áskoðarar sleppa í hvønn part av høllini, skrivar Hondbóltssambandið.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.