Løgreglan í Avstralia lýsir skottilburðin á Bondi Beach í Sydney sum eitt yvirgangsálop.
Tað boðar løgreglan frá á tíðindafundi nú um middagsleitið okkara tíð.
Chris Minns, leiðari í statsstjórnini í New South Wales, upplýsir eisini, at álopið varð rættað móti jødiska samfelagnum.
Í minsta lagi 12 eru dripin, stendur í fráboðanini. 29 eru fráboðaðir særdir, teirra millum tveir løgreglumenn.
Millum tey deyðu er ein av gerningsmonnunum. Hin gerningsmaðurin er særdur og í varðhaldi hjá løgregluni, upplýsir løgreglan.
Tað eru fleiri orsøkir til, at avstralska løgreglan kannar málið sum eitt møguligt yvirgangsálop.
Tað sigur løgregluovastin, Mal Lanyon, á tíðindafundinum.
Hann grundgevur fyri metingini við, at vápn vóru funnin og at skottilburðin fór fram fyrsta dagin í jødisku hátíðini Hanukkah.
Somu boðskapir koma frá forsætisráðharranum í Avstralia, Anthony Albanese, sum eisini hevur tíðindafund.
– Hetta er eitt málrættað álop á avstralskar jødar fyrsta dagin í Hanukkah, sigur hann.
Forsætisráðharrin greiðir frá, at hann fer at brúka alt neyðugt tilfeingi til at tryggja trygdina hjá avstralskum jødum.
– Eitt álop á jødiskar avstraliarar er eitt álop á allar avstraliarar, sigur Albanese.
Ísraelski forsetin, Isaac Herzog, fordømir skottilburðin, sum hann kallar "eitt grimt álop á jødar".
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
– Í hesum løtum hava systrar og brøður okkara í Sydney í Avstralia verið álopin av ræðuligum yvirgangsmonnum í einum sera ræðuligum álopi á jødar, sigur hann í røðu á einum tiltaki í Jerusalem.
Hann heitti eisini á Avstralia um at "berjast móti risa bylgjuni av jødahatur, sum plágar avstralska samfelagið".
/Ritzau/











