Grønmetishandilsmaður steðgaði byrsumanni í Sydney

Ahmed al-Ahmed megnaði at taka byrsuna frá einum av gerningsmonnunum undir skottilburðinum á Bondi Beach.

Myndir: Bonusik28 Via X/Reuters/Ritzau Scanpix

Ein 43 ára gamal grønmetishandilsmaður og pápi til tvey børn yvirmannaði annan av gerningsmonnunum undir einum skottilburði á Bondi Beach í avstralska býnum Sydney fyrr í dag.

Tað upplýsa Sky News og tíðindastovan dpa.

Maðurin eitur Ahmed al-Ahmed. Sambært dpa hava avvarðandi hansara staðfest, at tað var hann, sum yvirhálaði gerningsmannin undir álopinum, sum endaði við at kosta tilsamans 12 fólkum lívið.

Í videoupptøkum frá Bondi Beach sæst al-Ahmed sníkja seg upp aftanfyri ein mann, sum skjýtur skot við einum riflulíknandi vápni.

Ahmed al-Ahmed leypur síðani á gerningsmannin aftanífrá, og eftir eitt sindur av ófriði, eydnast tað al-Ahmed at draga vápnið úr hondunum á hinum manninum.

Gerningsmaðurin dettur afturá, meðan Ahmed al-Ahmed peikar byrsuna móti honum. Eftir eina løtu setur grønmetismaðurin vápnið móti einum træi, meðan maðurin, sum skeyt stutt áðrenn, so spakuliga gongur burtur.

Ahmed al-Ahmed býr í býarpartinum Sutherland í Sidney.

Sambært dpa varð hann eftir hendingina á Bondi Beach innlagdur á sjúkrahús, har hann varð skurðviðgjørdur fyri skotsár á armi og aðrari hond.

Sambært avstralsku løgregluni vóru í minsta lagi tveir gerningsmenn í skottilburðinum, sum myndugleikarnir lýsa sum eina yvirgangsatsókn.

Millum tey 12, sum vórðu dripin í sambandi við álopið, er ein av gerningsmonnunum ein.

 

/Ritzau/

 

Myndir: Bonusik28 Via X/Reuters/Ritzau Scanpix