Andrew Wilkie arbeiddi sum yvirmaður í avstralsku fregnartænastuni til fyri stuttum, men gjørdi av at fara úr starvinum fyri at mótmæla, at land hansara fór í kríggj við Irak saman við amerikanarum og bretum.
Í gjár kom hann fyri eina serliga kanningarnevnd, sum kannar, um stjórnin hjá John Howard, forsætisráðharra kom við skeivum ella misvísandi upplýsingum undan krígnum í Irak.
? Stjórnin leyg, tí hon snaraði teimum upplýsingum, sum hon fekk um Irak og vandan fyri tess hópoyðingarvápnum, og í øðrum førum nýtti hon sjálvgjørdar upplýsingar, segði Andrew Wilkie undir avhoyringini.
Hann legði afturat, at stjórnin strikaði orð úr frágreiðingunum hjá fregnartænastuni og sett onnur orð ístaðin ? orð, sum kundu rættvísgera, at Avstralia kundi fara í kríggj saman við USA og Bretlandi.