Tað skrivar Anthony Albanese, forsætisráðharri, í einum brævi til bretska starvsfelagan, Keir Starmer.
Albanese staðfestir, sambært BBC, "at mín stjórn fer at taka undir við øllum uppskotum um at taka hann úr trónufylgjuni".
Andrew, sum er yngri beiggi Charles kongs og áður hevur havt prinsaheitið, varð hósmorgunin handtikin í einum máli um møguliga misnýtslu av embætinum.
Hetta hendi í sambandi við sambandið hjá honum við tann nú deyða kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Hann varð leyslatin hóskvøldið. Hann er tó framvegis undir kanning, hevur løgreglan boðað frá.
/Ritzau/










