Bíblian letur ongan iva verða um clairvoyance

Jenis av Rana

Í bløðunum síggjast um daganar lýsingar frá kvinnu, ið bjóðar sær at hjálpa føroyingum gjøgnum m.a. clairvoyance. Fyrr í vikuni var eisini í Sosialinum grein um hesa kvinnu og virksemi hennara. Tá hon førðir fram, at clairvoyance hevur við tað andaliga at gera, so er tað rætt, tí her er veruliga talan um andaligar heimin, men tíverri ta skeivu síðuna. Í clairvoyance er tú inni á øki hins ónda, og har fótar tú tær ikki, tú hevur ongan møguleika, tú fer at liggja eftir á sum offur fyrr ella seinni.
Tey eru mong, sum hava bøtt bæði við heilsu og lívi sínum, eftir at hava latið seg lokka at taka lut í clairvoyance og líknandi. Hetta verður framstillað sum nakað harmleyst, men talan er í veruleikanum um deyðans alvor. Sporini eftir seinastu vitjanina hjá hesum clairvoyanti, sum nú bjóðar seg fram aftur her heima hjá okkum, eru tey somu oyðileggjandi, sum kennast aðrastaðir frá.
Gud ávarar ímóti!
Sambandið millum Gud og clairvvoyance er greitt. Aftur og aftur varðar Hann gjøgnum Bíbliuna móti tílíkum, biður okkum halda okkum frá tí og frá slíkum, ið fáast við slíkt. Ja, Hann biður fólk sítt beinleiðis um at beina tey, ið fáast við slíkt, burtur úr landi sínum. Hann fellur eirindaleysan dóm yvir hesi, og minnir á hvussu hann sjálvur, gjøgnum sítt offur og síni sendiboð, ynskir at verða hjálpari og vegleiðari hjá børnum sínum.
Royndirnar mong hava upplivað (vælskrivaðar bøkur eru um hetta), eftir at hava latið seg lokka til at luttaka í clairvoyance, eru ræðuligar. Tey upplivdu, sum Bíblian eisini klárt sigur frá, at tað var ikki Gud, men mótstøðumaður hansara og andar hansara, sum tey vórðu lokkaði í samband við, og mong mistu bæði førleika og enntá lívið í hesum óhugnaliga leiki.

Byrjar sum spæl endar í deyðans álvara!
Hjá mongum byrjar tað sum spæl, kanska av berum forvitni, men spæl ikki við tað, ið Gud staðiliga varðar ímóti! Tá Gud varðar móti hesum, so er tað, tí Hann elskar okkum og ikki ynskir at vit skulu enda í klørnum mótstøðumansins, sum jú hevur eittans endamál- at oyðileggja menniskjað. Og í tí ætlan hevur clairvoyance roynst at vera eitt av bestu amboðum hansara.
Ein innilig áheitan á hvønn einasta føroying- halt teg frá hesum! Gud ávarar okkum móti tí, og royndirnar hjá mongum eru ræðuligar. Tú verður spakuliga drigin inn í heim hins ónda, tey, sum tú kemur í samband við og heldur vera tíni kæru, ið eru deyð, eru andar hins ónda. Teir misnýta sorg og sakn tín, fara at enda illa við tær, og tá tú vaknar, er mangan ov seint.
Gud er ikki við í hesum, tvørturímóti ávarðar Hann móti tí. Hinvegin er Hann hin einasti, sum kann hjálpa tær, um tú longu er vorðin bundin av hesum. Umráðandi er søkja Hann, og at biðja Hann hjálpa tær, áðrenn tú fer ov langt út í kyksendið.
Tað er eingin mystikkur í tí hátti Gud nýtir at vegleiða teg og meg við. Bið Hann leiða teg, og Hann ger tað, tí Hann kennir teg og veit gjølla hvat tær tørvar. Hann vil tær tað besta. Við clairvoyance er júst mósatt - har stendur mótstøðmaður Gud aftanfyri, og hann og ónda verð hansara hava bert eina ætlan, at oyðileggja teg, tilveru tína og tíni.
Men ætlanir Guds eru at tú dagliga skalt kenna Hann og njóta frið, ugga og nærveru hansara, eisini í svárastu sorgarløtum.