Sløkkið sjónvarpið, skrivið eina søgu ella lesið eitt ævintýr. Danski rithøvundurin Bo Skjoldborg sigur her frá, hvussu vit kunnu hjálpa børnum inn í bókanna heim
????????????
BASTIAN rennur. Rennur og rennur. Aftanfyri hann hoyrir hann dreingirnar rópa. Teir taka seg inn á hann. Hann flýggjar inn á eina gamla bókagoymslu, har dustið hongur niður úr hillunum, og her hittir hann ein mann, sum hevur eplanøs og gullbrillur. Og meðan maðurin tosar í telefon, kagar Bastian í eina bók, sum eitur Tann óendaliga søgan. Hetta er ein rættiliga gandakend bók - ein bók, sum tú verður púra burtur í, tá ið tú lesur hana. Tú verður ein partur av søguni. Heilt bókstaviliga: Bastian fer í bardaga við fantastiskar skapningar og óhugnaligar verur.
Søgan um Bastian, ið stavar frá Óendaligu søguni eftir Michael Ende, er ein góð mynd av tí, sum lesnaður av fagurbókmentum gevur børnum og vaksnum:
Flýggjan (fyri Bastiansa við-
komandi frá hinum, ið arga)!
Uppliving!
Yvirliving!
"Vit lesa fyri at minnast, at vit eru á lívi," er eina ferð sagt í einum filmi. Og tað er ikki ov nógv sagt. Umframt sjálvandi, at meiri tú lesur, betri lesari verður tú, enn um tú sjáldan ella ongantíð letur eina bók upp. Lesur tú, fært tú eitt gott kort í hondina á ferðini víðari í lívinum og samfelagnum, har alt fleiri fólk sita still framman fyri ein skíggja.
Men ikki øll børn lesa.
Kunnu vit vaksnu gera nakað
við tað?
Og nýtist okkum at gera
nakað við tað?
BASTIAN hevur kanska svarið uppá tann seinasta spurningin. Og tað hava tey 56 prosentini av teim 9-12 ára gomlu, sum framvegis lesa bøkur fleiri ferðir um vikuna, eisini. Bastian gevur eina ábending um ein grundleggjandi tørv: hann sleipar bókina við sær, sníkir seg upp á loftið í skúlanum, og fer í holt við tær 435 síðurnar í bókini.
Soleiðis er við børnum og bókum: Tey hava brúk fyri hvør øðrum. Persónarnir og søgan fáa ikki lív uttan við hjálp av hugflognum hjá børnunum. Søgur-nar minna um partar av veruleikanum, men sum lesari skalt tú sjálvur hugleiða og hugsveima og gera íløgur í tínar tankar og kenslur. Og í nógv størri mun, enn um tú gløir í sjónvarp.
Og júst tí, at talan er um samarbeiði, er tað við at menna hugflogið hjá børnum og evni teirra at hugsa nýtt. Tosa vit um heilahálvar, snýr tað seg um at læra at gera betri gagn av høgra heilahálvu. Granskarar hava fyri langari tíð síðani víst á ógvuliga góðar møguleikar, ið liggja (ofta fjaldir) í hesum partinum av heilanum - serliga, tá ið tað snýr seg um evnini at fáa nýggj hugskot. Og nýhugsan.
Amerikanski sálarfrøðingurin Robert Boice hevur gjørt eina roynd við 27 lærarum á lærdum háskúlum. Hesir vórðu settir at skriva eftir trimum ymiskum skipanum. Úrslitini vóru hugtakandi:
Tey, sum fylgdu eini skipan, har man skuldi skriva skjótt, uttan at hugsa ella uttan at kanna aftan á, hvat varð skrivað, skrivaðu tríggjar ferðir so nógvar lidnar góðar síður, sum tey, sum bert skrivaðu, tá ið alt var gjøgnumhugsað. Tey fyrru fingu fimm ferðir so nógv original hugskot.
Eitt barn, sum lesur seg inn í eina ræðusøgu, er sjálvsagt ikki fordjúpað á sama hátt, sum omanfyri lýst. Men talan er um næran skyldskap.
Børn yrkja við, tá ið tey lesa. Tey fáa nýggj hugskot og nýggjar tankar, meðan tey lesa.
Lesandi børn verða eisini atfinningarsom. Tí tey hava nakað at samanbera við, ein sjónarring. Tey skilja og skilja tíðliga, at orð eru til og tekstir, sum eru týdningarmiklir, og somuleiðis, at tekstir eru til, sum bara fylla og flóta, so tú verður troyttur og meiri ørkymlaður enn frammanundan.
Og tað er sera umráðandi, um tú ert samd við Neil Postmanm, fjølmiðla- og samfelagsatfinnara. Hann vil vera við, at streymurin av týdningarmiklari og líkasælari upplýsing ger, at fólk ikki eru før fyri at skilja ímillum gott og ringt. Sjónvarpið hóttir okkara máta at hugsa og fer við tíðini at taka frá okkum evnini at fata ting í einum samanhangi.
Vit drukna í upplýsing, sum einki sigur okkum. Ansa vit ikki eftir, enda vit sum íbúgvarnir í Føgru nýggju verð eftir Aldous Huxley, har fólkini forguda tøknina, sum tekur frá teimum evnini at hugsa og aldri lesa bøkur. Tey eru meiri enn mett av upplýsingum, sum ger tey óvirkin og upptikin av teimum sjálvum, og tí duga tey ikki at síggja, hvat er satt og hvat ongan týdning hevur. Upplýsingin er bert eitt: tíðarspilla.
Hesi vandamál gera ikki minst seg galdandi í okkara samfelag, sum er nógv merkt av forbrúki og realityshow. Okkara børn, ið hava góðan hug til bókina, skulu vera við at tryggja, at vit ikki enda sum ein tjóð av fólki, ið bert dreiva runt um kring og ganga í svøvni. Tey skulu vaksa upp og velja frá, skilja og velja. Súgva verðina til sín og fara rík og roynd víðari.
Barnabøkurnar eru eisini mennandi. Tær uppala í og við, at tær bera víðari okkara mál, mentan og ikki minst grundleggjandi virði. Fagrar bokmentir og barnabókmentir hava ómetaliga stóran leiklut, tá ið vit hugsa um at røkta, varðveita og menna málið. Her er málið miðsavnað. Barnabøkur eru umframt eisini gott amboð, tá ið vit tosa og tá ið børn av fremmandum uppruna skulu gerast kend við málið. Gevið teimum nakrar bøkur! Latið tey lesa bókmentir og læra óbeinleiðis um okkara mentan og virði. Og gevið teimum fyri Guds skyld frið og náðir til sjálvi at hugsa tingini ígjøgnum.
Tíðin er farin frá beinleiðis moralprædikum í bókum. Hugsið heldur um fríteinkjaran Álv Ákason. Ella Pippi Landsokk, Emil úr Lønnibergi ella heimskenda Harry Potter, sum við egnari hjálp og við hjálp frá góðum vinfólki ger seg leysan av familjuni, ið roynir at halda honum niðri. Ríkiligt av góðum og mennandi bókum eru til.
MEN NÓGV BØRN lesa ikki serliga ofta. Umleið helmingurin lesur fleiri ferðir um vikuna, men restin lesur bert nakrar ferðir um mánaðin ella als ikki: 25 prosent lesa stórt sæð ongantíð! Og tað eru serliga dreingirnir, sum ikki lesa!
Og tað sum ikki hevur minst týdning: børnini eru ikki stórlesarar í nógv ár sum fyri bert tíggju árum síðani. Tey lesa mest í triðja flokki, tað vil siga, tá ið tey eru níggju ára gomul. Her lesa 65 prosent í minsta lagi fleiri ferðir um vikuna, Men síðani fellur hugurin til lesingina støðugt, til í sætta flokki, tá bert 45 prosent lesa ofta.
Hetta eiga vit at gera eitthvørt við, foreldur, lærarar, bókavørðir og onnur, og tí eru tíggju boð her uppá, hvat kann gerast:
1. Lesið fyri børnunum, tá ið tey eru lítil
Tað er eingin ivi um, at børn, sum eru von við bøkur sum lítil, sjálv fara at lesa, tá ið tey verða stór. Í teimum er løgd gleðin at lesa og hoyra søgur. At lesa er partur av teirra mentan.
2. Fáið børnini til at skriva sjálvi
At skriva ger ein betri at lesa. Á sama hátt sum at lesa ger ein betur føran fyri at skriva. Tú fært eitt meiri margtýtt mál, eina betri rútmu og dugur betur at stava. Og tað sum hevur stóran týdning: tú fært eina kenslu av frælsi við sjálv at skriva - og tað eggjar teg til at finna uppá og hugsa nýtt og frítt. Eini ráð eru at gera eina kapping um, hvør kann skriva ta ørastu søguna. Ella latið børnini skriva eina søgu saman. Og prentið hana til flokkin, familju og vinir, so søgurnar verða brúktar!
3. Yrki sjálvi søgur og spælið við málinum
Trý ára gamla dóttur mín elskar søgur. Hon dugur ikki at lesa enn, men er upptikin av øllum, sum hevur við orð at gera. Og við søgugongd og løgnar fantasipersónar. Og so skiftir hon javnan navn - í løtuni eitur hon Suki.
Eg veit ikki, um tað hevur nakað við hetta at gera, men hon og eg hava leingi spælt eitt spæl, sum gongur út uppá at gera løgin orð og søgur saman. Og eg veit sjálvandi ikki, um hon eina ferð verður ein góður lesari. Og tað hevur heldur ikki mín størsta áhuga, bara hon varðveitir gleðina við orð og mál
4. Gevið børnum viðkomandi søgur
Latið ikki tilvildina ráða, - latið ikki eitt flokssett í skúlanum, sum hevur sæð betri dagar, ella ambisjónirnar hjá flokslæraranum gera av, um títt barn fer at lesa ella ikki. Leitið sjálvi eftir góðum søgum. Tað vil siga teimum, sum eru um evni, umhvørvi og persónar, sum títt barn kennir aftur - ella sum bara eru spennandi og væl sagdar.
Fáið hendur á Teirri óendaligu søguni eftir Michael Ende. Ella latið tey fáa hendur á øðrum søgum, sjálvt um tær ikki eru líka góðar.
5. Gevið børnunum ein guru - og gerið kappingar
Nógv børn skulu eggjast til at lesa. So finnið ein guru, eina fyrimynd, ein eldi næming, ein lærara, ein familjulim, ein høvund, ella ein bókhandlara. Bara onkran, sum veit eitt sindur um tingini. Og sum dugur at finna ta rætta fram.
Tað ber eisini til at eggja uppá ein annan máta: míni foreldur vóru í síni tíð bangin fyri, at eg lítlibeiggi mín ikki nakrantíð fór at tíma at lesa. Tí gjørdu tey eina skipan, sum gekk út uppá, at vit fingu loyvi at keypa eina bók, hvørja ferð, vit høvdu lisið tríggjar. Og tað gjørdist skjótt til eina kapping um, hvør las mest og skjótast, Og tí fekk flest Kim-bøkur!
6. Latið bøkur standa frammi
Latið bøkur standa alla staðni, á hillum og aðrastaðni. Goymið tær ikki í sovikømrunum ella í skápum. Latið bøkur vera partur av tykkara lívi, tí uttara umhvørvinum, sum børnini seinni fara at seta í samband við góða og trygga barnaheimið.
7. Brúkið bókasavnið
Bókasavnið skal vera eitt stuttligt og hugnaligt stað at koma, til dømis leygardagar at finna nakrar góðar bøkur, ella eftir, at børnini eru heintað í barnagarðinum. Spyrjið bókavørðin eftir góðum og nýggjum bókum.
8. Hittið høvundar
Biðið høvundar koma at skúlan at lesa upp. Tosið við høvundin ella tann, sum lesur upp. Spyrjið barnið, um tað hevur hug at spyrja um nakað. Og havið eina bók við, sum høvundurin kann skriva navn sítt í. Tað ger bókina meiri livandi.
9. Avmarkið nýtsluna av øðrum miðlum
Gevið fyri Guds skyld ongantíð børnum egið sjónvarp! Ongantíð! Sjónvarpið er størsti fíggindin hjá bókini. Tað er alt annað líka ófatiliga lætt at tendra, tá ið tú keðir teg ella hevur brúk fyri larmi. Latið børnini brúka sjónvarpið og telduna avmarkaða tíð um dagin.
Og ein dag um vikuna við hvørki sjónvarpi ella teldu!
10. Brúkið internetið
Sum foreldur er sera trupult at vinna stríðið um telduna og internetið, men tað ber til at leita fram góðar heimasíður, sum hava við bøkur at gera.
BASTIAN VERÐUR EISINI sterkur av at hava verið við í søguni Tann óendaliga søgan: fyrst las hann, so varð hann slúktur av søguni. Og hann varð drigin longri og longri inn í streymin av ótemjandi hugflogi, sum heilt og fult slettar út ein og hvørja endurminning um veruliga lívið.
Men Bastian verður tíbetur góður aftur. Hann skilir, at tað, sum tað snýr seg um, er at fylgja tørvinum og viljanum, ikki bara tí, man knappliga hevur hug til. Og hann hevði aldri funnið vegin uttan verurnar og vinirnar. Og uttan mannin í bókagloymsluni sjálvandi.