Bíligari mjólk takk

Lat okkum avtaka meirvirðisgjaldið á Mjólkaúrdráttum, so okkara barnafamiljur kunnu hava ráð at leggja børnum okkara gott í beinini. Tað kann ikki verða rætt, at ein litur í eitt nú Skotlandi skal kosta uml 4,60 kr liturin, meðan ein litur í Føroyum kostar uml 10,00 kr. Hettar er, sum eg fyrr havi víst, á ein munur uppá uml 32,5 milliónir, um frakt frá Skotlandi til Føroya er tikin við. Eg haldi ikki, at vit sum politikarar kunnu forsvara, at barnafamiljur í Føroyum skulu gjalda 32,5 mill meira, enn um mjólkin var innflutt. Havi varhugan av at øll skipanin við landbúnaðinum er ein gomul og avoldað skipan, sum sjálvandi eigur at verða broytt ongantíð ov skjótt.