Bíligt at ferðast til Danmarkar

Frá leygardegnum og fram til 2. september ber til at flúgva til Danmarkar og heim aftur fyri smáar 1.900 krónur. Bæði flogfeløgini hava gjørt av at lækka prísirnar fyri summarið


 

Leygardagin frættist, at Maersk hevði lækka prísin á ferðaseðlum til Danmarkar og heim aftur niður í 1.865 krónur írokað øll avgjøld.

Síðani hevur Atlantsflog avgjørt at taka sama stigið og lækka prísin niður í 1.500 krónur uttan ferðaavgjald fyri ferðaseðil báðar vegir. Tá avgjøldini eru íroknað, er prísurin tann sami, sum prísurin hjá Maersk.


Løgin grundgeving

Tá Atlantsflog og Marsk í fjør vár fóru at bjóða bíligar ferðaseðlar á Danmarkarrutuni, fingu tey lovi til hetta frá Ferðslumálaráðnum, tí talan var um kampanjuprísir uttan fyri háárstíð. Lagt varð ikki upp til kampagnuprísir í sjálvari háarstíðini.

Príslækkanin í ár liggur kortini mitt í háárstíðini, har flogførini vanliga eru fullsett nærum hvønn túr. Men kortini fekk Maersk, sum skilst í síðstu viku, loyvi frá Ferðslumálaráðnum at lækka prísirnar, tí talan var um »en trafiksvag periode«.


Full flogfør

Magni Arge, stjóri fyri Atlantsflog, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til grundgevingarnar í umsóknini hjá Maersk, men hann viðgongur, at hann gjørdist eitt sindur kløkkur, tá hann hoyrdi tíðindini.

Kortini hevur Atlantsflog valt at lækka prísirnar á sama hátt, sum Maersk og í sama tíðarskeiði.

Men Magni Arge, stjóri, leggur dent á, at orsøkin til, at Altantsflog lækkar prísirnar er ikki, at flogfelagið hevur trupult við at fylla flogførini. Tey flúgva nærum fullsett á Danmarkarrutuni hvønn dag um summarið. Men Atlantsflog lækkar heldur prísin, tí tað ikki vil standa aftan fyri Maersk, tá tað ræður um at veita viðskiftafólkunum góðar sømdir.

Treytirnar fyri at fáa bíligan ferðaseðil eru hjá báðum flogfeløgunum, at minst tvey skulu ferðast saman, og at tey skulu vera burtur leygardag og sunnudag, tó í mesta lagi 21 dagar. Børn sleppa at ferðast við 33 prosentum í avsláttri.