Børn skulu byrja í skúla eitt ár fyrr

- Flyta vit skúlaaldurin eitt ár niður, høvdu vit vunnið tað fleirfalt aftur, heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum

Helena Dam á Neystabø heldur vit eiga at gagnnýta tær lærumøguleikar, sum seks ára gomul børn hava.

Tað førdi hon fram í Løgtinginum, tá ið aðalorðaskiftið var í Løgtinginum um føroyskt mál.

Landsstýriskvinnan helt, at í hesum sambandi eigur Løgtingið at semjast um um, at fólkaskúlin er tað økið, sum størsti denturin eigur at verða lagdur á í royndunum at tryggja málinum eina framtíð.

Og ein viðkomandi spurningur í hesum sambandi er, nær børnini skulu byrja í skúlanum og her helt landsstýriskvinnan, at vit kunnu akkurát gera sum onnur lond hava gjørt og lata børnini byrja í skúla, tá ið tey eru seks ára gomul, altso eitt ár fyrr enn tey gera nú.

- Vit kunnu skipa fyri, at lata børnini byrja í forskúla tá ið tey eru seks ára gomul, segði hon.

- Vit vita, at tá ið børn eru fimm ella seks ára gomul, taka tey serstakliga lætt ímóti lærdómi, tí tær læra mál hundrað ferðir betri enn eldri. Og tað er klárt, at vit skulu gera gagn av tí næminum, børnini hava í tí aldrinum.

- Eg haldi, at fluttu vit skúlaaldurin eitt ár niður, høvdu vit vunnið tað fleirfalt aftur.

Hon sigur sigur, at hetta merkir ikki at so lítil børn skulu fáa gamalsliga pultsundirvísing í høvdið.

- Men tey eiga at fáa rætt til at koma í eitt umhvørvi, har tað ber til at læra um mál, um tøl og um framburð, segði Helena Dam á Neystabø.

Les eisini greinina: Les eisini greinina: Ger fólkaskúlan fløktari enn hann er í dag og greinina: Vænta nógvar frískúlar afturat í Føroyum