Børnini eru størsta gávan

- Politiskt sæð hevur hetta verið eitt turbulent ár, men hetta var eitt tilvitað val og eitt neyðugt stríð, sigur Kristina Roest.

Kristina Roest er býráðslimur í Tvøroyrar kommunu, og hon er eisini forkvinna í nevndini í IRF, Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, sum rekur brennistøð í Leirvík og hevur nógvar uppgávur kring landið. In.fo hevur sett ungu kvinnuni við hesum álitisstørvum nakrar spurningar við ársenda.

 

Keypur tú fýrverk? 

 

- Nú eigi eg tvey børn, so eitt sindur av fýrverki plaga vit at keypa hvørt ár. Tað er ikki nakað stórt innkeyp, men kanska ein barnapakki ella so, sum maðurin plagar at skjóta fyri børnunum. 

 

Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr? 

 

- Síðan eg gjørdist mamma, havi eg á hvørjum ári hildið nýggjár heima við hús saman við familju og verfamilju. Hjá mær fer ein stórur partur av degnum við at stákast heima og gera klárt til nýggjársgestirnir koma á vitjan. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at eg kann hugna mær saman við familjuni nýggjársaftan og saman minnast árið ið fór. Haraftrat hoyrir til, at vit fáa góðan mat, festiligan borðbúna og nakað av fýrverki. Á Tvøroyri hava vit nógv fólk, ið leggja stóra orku í sjálvboðið arbeiði nýggjársaftan, og í ár er einki undantak. Sjálv ætli eg mær at luttaka til árliga bálið í Húsgarði. 

 

Kristina Roest sigur, at á midnátt gamlaárskvøld fer býurin veruliga at spenna seg út frá síni vøkru síðu við blikkum, kyndlagongu, báli og ikki minst risastórum fýrverkshowi. 

 

- Hetta gleði eg meg til at uppliva aftur í ár og taka lut í. Tá hetta er liðugt, fari eg helst ein túr vestur í Ítróttarhøllina í Trongisvági, har nýggjársnevndin bjóðar okkurt ábit. 

 

Hvat var størsta upplivingin – størsta hendingin – hjá tær í 2018? 

 

- Árið 2018 hevur givið mær nógvar hendingarríkar løtur, so ringt er at velja eina framum aðra. Mær er longu givin tann gávan, at eg eigi tvey smábørn saman við manninum. Eg havi fingið møguleikan at fylgja teirra menning á hvørjum ári. Tað síggi eg, sum eina stóra uppliving. Skal eg tó velja eina løtu framum aðrar, so má tað verða summarið í Danmark saman við manninum og børnunum. Hetta var ein túrur, sum eg helst ongantið fari at gloyma. 

 

Hvat var tað keðiligasta í 2018? 

 

- Generelt hevur 2018 verið eitt gott ár. Eg prísi meg lukkuliga yvir, at heilsan er góð, og at familjan hevur tað gott. Tíbetur hevur árið ikki verið merkt av nøkrum keðiligum hendingum sum so. Sigast skal tó, at hetta politiskt sæð hevur verið eitt turbulent ár. Treyðugt so, vil eg ikki kalla turbulensin fyri eina keðiliga hending, tá samanum kemur, heldur tvørturímóti, tí hetta var eitt tilvitað val og eitt neyðugt stríð, sum uttan iva hevur ført fram til nakað betri. 

 

Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?

 

- Ætlaninar fyri 2019 eru fleiri, men fyrst av øllum vil eg virka fyri framburði og arbeiða víðari við teimum verkætlanum, sum longu eru byrjaðar. Eg vil lurta eftir mínum umhvørvi, verða til staðar fyri tey, sum eg eri góð við og annars bara uppføra meg, sum eitt gott fólk eigur at gera, sigur Kristina Roest.