TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrstu samrøðuna reportarin hjá Rás2 hevði beinleiðis í sendingini "Bátaradio".
Samrøðan var við Heðin Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu, sum reikar fyri Bátahugnanum í Hvalvík. Á ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan tá borgarstjórin uttanfyri Selatrað bjóðaði bátafylginum at verða vælkomin, og samstundis kom við vegleiðingum um siglingini til Hvalvíkar, og hvussu bátarnir skulu leggjast í bátahylinum í Hvalvík.
Vilmund og Heðin høvdu eitt breitt prát um Bátahugnan, og annars góða lívið tað er at verða umborð á báti, har Heðin ger nógv burturúr, at abbabørnini skulu sleppa uppí part, og verða við til slík tiltøk. Heðin undirstrikar, at Bátahugnin hevur roynst Sundalagnum væl, og hann er sera fegin um árliga tiltakið í Hvalvík.
Drúgva samrøðan snúði seg eisini nógv um framtíðarútlitini hjá kommununi. Eisini var nomið við umstøðurnar fyri ferðavinnu í Saksun.