24. mai er dagurin, tá vestmenningar eru vertir fyri stórari bátastevnu
Seinastu seks árini hevur Bátastevna verur hildin í mai mánaði. Soleiðis verður aftur í ár. Undanfarin ár hava upp í 200 bátar úr øllum landinum sett hvørjum øðrum stevnu í Vestmanna til hugnaliga samveru. Tónleikur og sangur hava rungað á keiøkinum til langt út á kvøldið, og menn og kvinnur hava gingið borð um borð til hugna, reyp og sang.Skipað verður fyri ymsum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði vaksin og børn. Tá stevnan nærkast, verður endaliga skráin lýst.
Sum vanligt verður suppa við meira til luttakandi fólkið, tá bátarnar hava lagt at. Um kvøldið verður skipað fyri stóra Bátastevnudansinum í ítróttarhøllini.