Býtið lógaruppskotið í tvey!

Bjørn á Heygum advokatur heldur, at lógaruppskotið hjá Tjóðveldi um minnilutaverju eigur at vera deilt í tvey soleiðis, at tann parturin, sum loyvir 4.500 veljarum at krevja eina samtykta lóg til fólkatkvøðu, verður tikið út úr uppskotinum í fyrstu syftu.

Bjørn á Heygum heldur at minnilutaverja er eitt gott hugskot. Tó eiga vit at vera varin við at lata veljarar krevja fólkaatkvøðu.

- Tað er ógvuliga demokratiskt og uppfyllir í stóran mun dreymarnar um eitt fullkomi fólkaræði. Tað kann tó hava vansar við sær, um tað verður misbrúkt, ávarar Bjørn á Heygum.

- Vansin kann vera, at okkurt sum er frammi í samfelagnum og kanska í ávísan mun bera brá av at vera eittsindur upphitað í einari ávísari løtu kann koma eittsindur skeivt fyri. Tað er ikki altíð, at sovorði er so væl gjøgnumarbeitt, og tað kann vera at ein ávísur fólkastemningur ger, at nú skal hetta til fólkaatkvøðu, sigur Bjørn á Heygum.

Í heila tiki mælir hann til varsemi, tá so grundleggjani og revolutionerandi broytingar skulu fremjast í stýrisskipanarlógini.

- Vit hava ikki traditión fyri at hava fólkaatvkvøður so nógv og so ofta í Skandinavien, og tí skal man vera eittsindur varin, tá man fer undir nakað heilt nýtt, sigur hann.

Lógaruppskotið hjá Tjóðveldi nevnir Sveis sum dømi uppá eitt land, sum brúkar fólkaatkvøður í stóran mun. Júst Sveis er eitt rættuliga konservativt land, og hetta kann eisini vera vansin, tá fólkaatkvøður vera nógv brúktar:

- Um tú hevur eitt konservativt element og eitt konservativt fundament í samfelagnum, so kann tað blíva rættuliga dominerandi og so kanska tað heldur ein ávísan útvikling aftur, sum annars vildi verið náttúrligur, sum vit til dømis síggja í Sveiz, sigr Bjørn á Heygum.

Han heldur at tunnilsmálið er eitt gott dømi um, at tað ber væl til at steðga einari tilgongd, sum ikki hevur undirtøku í fólkinum eisini uttan beinleiðis fólkaatkvøðu.
Gunnvør Balle heldur ikki nakað vera í vegin fyri, at broyta lógaruppskotið.

- Vit gera tað líka nógv fyri at fáa eitt kjak um hesi viðurskifti í gongd, og tað er væl møguligt, at vit vilja broyta hetta, sigur hon.