B36 best umboðað

Millum tey, sum hava valt ársins kvinnulið, hevur hugurin ikki verið serliga góður at kjósa spælarar úr greipuvinnaranum KÍ. Sigursvanda liðið eigur bara tveir spælarar á ársins liði, sum í kvøld varð kunngjørt á Hvonn. Bestu umboðanina eigur B36, sum eigur tríggjar spælarar á hesum liðnum:

Bjarta Johansen, B36 - Sigrid Petersen, B36, Rakul Johannesen, B36, Malena Josephsen, KÍ, Martha Thomsen, ÍF - Ansy Sevdal, Víkingur, Lív Arge, HB, Fríðrunn Danielsen, Skála, Sigrun K. Kristiansen, EB/Streymur - Heidi Sevdal, HB, Rannvá B. Andreasen, KÍ.