Tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum undir Mýruhjalla á Skála í dag, vísti máltalvan 1-2.
Einki var at siga til, at teir í heimaleguni sóu út til at vera vónbrotnir, og at teir í B36 leguni stórfegnaðust.
Hetta var fyrsti dystur í øðrum triðingi í Meistaradeildini í ár, og hetta var 10. ferðin, at B36 fór av vøllinum við úrtøku. Hetta var ársins sætti sigur, og 90 ára gamla B36 er framvegis av álvara við í kappingini um oddasessin.
Fyri skálamenn var talan um vónbrot. Tá ið Skála fyri einum stórum mánað síðani, 11. apríl og í fimta umfari var í Gundadali, eydnaðist tað at hava stig við í undirsjóvartunnilin, tí tá endaði tað við málleysum javnleiki.
Í dag var Skála nógv í álopsstøðu, og heimamenninir vunnu nógv hornaspørk, og teir spældu seg í nógvar góðar støður og fleiri ferðir var talan um málmøguleikar, men søgan var tann sama, sum hon fyri tað mesta hevur verið higartil í ár. Tað eydnaðist illa at fáa bóltin í mótstøðumálið, og sín stóra part av æruni fyri, at B36 megnaði at halda tætt, átti Silas Eyðsteinsson, sum aftur í dag var sannur brandur millum B36 stólparnar.
Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tá ið ein lítil tími var farin, eydnaðist tað B36 at fáa hol á. Málskjútti var miðvallarin Dávid Biskopstø Andreasen, sum nú í B36 troyggjuni hevur skorað trý mál í landskappingini.
Málið var vátur vøttur í andlitið á heimaliðnum, og brekkan varð uppaftur brattari, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Fyri fimtu ferð í ár var miðvallarin og liðformaðurin Bogi Reinert-Petersen málskjútti, og uppleggið átti væl upplagdir framrættaði síðuspælarin Bartal Páll Klein.
So sá B36 av álvara út til at vera á sigurskós, men tann støðan var bara í ein minutt. So minkaði Skála um munin til 2-1. Málskjútti var nigerianski álopsspælarin Maxwell Michael Effiom, sum í fjør spældi 10 dystir og skoraði fimm mál fyri Skála. Í dag spældi hann triðja landskappingardystin í ár, og hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Uppleggið átti Djóni Petersen.
Síðstu løtuna legði Skála nógv fyri í royndini at javna, og tað vóru spentar støður og nærdystir, sum bóru gul kort við sær, men B36 megnaði at verja, og so endaði tað 2-1 til B36.
Annan mánadag, 2. hvítusunnudag, fer Skála at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og tá fær B36 vitjan av 07 Vestur.











