B36 hevur við 2-1 sigri í grannauppgerðini í góðveðrinum í Gundadali ímóti HB tikið risa fet ímóti at endurvinna FM heitið. Nú eru tað átta stig frá B36 og aftur til NSÍ og tíggju stig aftur til Víking.
Tað eru tólv stig eftir at spæla um, og harvið skal B36 vinna ein dyst aftrat fyri at tryggja sær FM heitið.
-Nú er tað heilt tætt við. Um vit ikki megna at tryggja okkum FM, so verður tað vánaligt av okkum. Vit hava vunnið so nógvar dystir á rað, at tað skal vilja illa til, um vit ikki megna at vinna FM, sigur væl nøgdi B36 liðformaðurin Jákup á Borg.
-Vit mugu bara staðfesta, at B36 eigur eitt gott lið, og at teir altíð megna at vinna stóra úrtøku. At teir øktu um leiðsluna til 2-0 dygst undan steðginum var vátur klútur í andlitið á okkum, staðfestir HB venjarin Milan Cimburovic.
B36 hevur 54 stig, NSÍ 46 stig og Víkingur 44 stig.
Í Klaksvík var tað sera kærkomið hjá AB at vinna 3-1. Sigurin ber við sær, at AB nú hevur lyft seg trý stig framum FC Suðuroy, sum sunnudagin skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Málmurin hjá AB er betri, enn hann er hjá FC Suðuroy.
-Vit arbeiða hundrað prosent, og góði hugburðurin sæst aftur í avrikinum. Fyrstu løtuna vóru vit sperdir, men so skoraði Rógvi Poulsen umvegis stólan, og so riggaði pressspælið heilt væl, og lítla løtu seinni varð eg spældur leysur og skoraði. Tá ið støðan var 2-1 og vit vóru kroystir, spældi Tróndur Jensen meg fantastiska væl leysan, og so var 3-1, og tað lætti.
Hesi stigini vóru alneyðug, tí vit rokna við, at FC Suðuroy fer at vinna á útivølli ímóti EB/Streymi. Avgerandi dysturin verður ímóti FC Suðuroy, sum vit ætla at vinna ímóti, sigur Kristin R. Mouritsen, sum skoraði tvey mál fyri AB í kvøld.
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen harmast úrslitið:
-Hetta var heilt øðrvísi AB lið, enn tá vit vunnu stórt á teimum á Argjum. Hóast tapið vóna vit framvegis, at tað fer at eydnast at vinna fjórða plássið.
HB hevur 36 stig, KÍ hevur 34 stig, ÍF 24 stig, TB 23 stig, AB 19 stig, FC Suðuroy 16 stig og EB/Streymur 7 stig.
Sunnudagin eru tveir teir síðstu dystirnir í 23. umfari: TB-ÍF og EB/Streymur-FC Suðuroy.
---
LIÐUGT
1-2
92) 1-2
HB bjargar á málstrikuni, eftir at Árni G. Nielsen royndi seg. B36 er aftur í atsókn!
90) 1-2
3 minuttir lagdir aftrat.
87) 1-2
Alex José dos Santos roynir seg við langskoti, men bólturin fer væl við síðuna av málinum.
Hans Pauli Samuelsen fer av vøllinum, og í hansara stað er Benjamin Heinesen komin inn á B36 liðið.
85) 1-2
Vandamikið HB fríspark, men tað endar við frísparki til B36, tá ið Christian R. Mouritsen sendi bóltin innfyri.
83) 1-2
Dánial Johansen er komin inn á HB liðið í staðin fyri Levi Hanssen.
80) 1-2
B36 er framvegis á veg ímóti FM heitinum. Í løtuni er stigamunurin aftur til næsta kappingarneytan átta stig, men HB hevur ikki givið skarvin yvir.
77) 1-2
Eftir sera lítið sannførandi málverjuspæl, tá ið Tórður Thomsen missir bóltin, er um reppið, at Andrew av Fløtum skorar úr spískum.
74) 1-2
HB er nú greitt omaná, og B36 leggur stóran dent á at verja leiðsluna.
73) 1-2
Innskifti Rókur av Fløtum Jespersen fer av aftur vøllinum, og í hansara stað kemur Andrew av Fløtum inn á HB liðið.
70) 1-2
Alex Mellemgaard er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Árni G. Nielsen á B36 miðvøllin.
65) 1-2
Nú er spennandi og tætt. B36 vil hava brotsspark, tá ið Lukasz Cieslewicz fer um koll, men tað letur ikki í dómaranum.
63) 1-2
Alex Mellemgaard sær gult fyri fríspark.
62) 1-2
1-2: Rógvi S. Holm
Eftir innkast og innlegg hevur miðverjin Rógvi S. Holm smekkað bóltin í netið aftanfyri Tórð Thomsen. Fyrsta málið ímóti B36 í 562 minuttir!
57) 0-2
Teir duga væl at varðveita bóltin og at tiltuska sær fríspørk - eitt nú Lukasz Cieslewicz, Alex Melemgaard, Hans Pauli Samuelsen og Hanus Thorleifsson
54) 0-2
Einki bendir á, at vertirnir skulu hótta B36, sum hevur fult og heilt tak á tí og gevur sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltsstøður.
46) 0-2
Jákup á Borg er farin av vøllinum, og Gestur B. Dam er settur inn á B36 liðið.
Poul Ingason er farin av vøllinum, og Rókur av Fløtum Jespersen er settur inn á HB liðið.
HÁLVLEIKUR
45+1) 0-2
0-2: Høgni Eysturoy
Hans Pauli Samuelsen leggur horna innfyri, bólturin verður stútaður út aftur til Hans Paula, sum leggur innfyri aftur, har høgri vongverjin, Høgni Eysturoy, mitt fyri málinum og við pannini setur bóltin í málið.
45) 0-1
Ein minuttir lagdur aftrat. B36 hevur havt trý horna upp í slag.
42) 0-1
Eftir lítla HB yvirvág í eina løtu, gongur tað nú javnt á aftur.
39) 0-1
B36 er um at økja um leiðsluna, tá ið Hans Pauli Samuelsen verður spældur leysur, men bólturin verður sendur upp um málið.
37) 0-1
Eli F. Nielsen hjá B36 sær gult fyri fríspark dygst uttanfyri B36 brotsteigin. Adrian Justinussen leggur bóltin upp um manngarðin og dygst skeivu megin stólpan.
36) 0-1
HB hevur hug at bjóða av, men nú hevur B36 hildið tætt í 36 minuttir og harvið talsaman 536 minuttir!
31) 0-1
Eftir innlegg úr vinstru stútar Heini Vatnsdal í stólpan.
27) 0-1
Nú var tætt við, at HB javnaði. Eftir innlegg úr høgru frá Christiani R. Mouritsen og eitt sindur av aftur og fram, var tað heilt vandamikið, áðrenn Tórður Thomsen loftaði bóltin.
25) 0-1
HB hevur síðstu løtuna verið nógv á bóltinum, men tað hevur ikki eydnast at vinna seg fram til upplagdar málmøguleika.
19) 0-1
B36 hevur tak á. Árstalsfelagið megnar væl at varðveita bóltin, uttan at tað hevur so stóran skund at fara í álop.
17) 0-1
B36 miðverjarnir - Odmar Færø og Andrias H. Eriksen - skiftast um at fara fram við í álop.
15) 0-1
Nú eitt korter er farið, hevur B36 hildið málið reint í 515 minuttir!
11) 0-1
HB er um reppið at svara aftur beinanvegin, men bólturin fer dygst við síðuna av málinum.
10) 0-1
0-1: Andrias H. Eriksen
FM favorittarnir í B36 hava lagt seg framum. Miðverjin Andrias Eriksen varð í eitt tvey samanspæli leysur, og so smekkaði hann bóltin upp undir nettakið.
7) 0-0
Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt í Gundadali, har tað eru lutfalsliga nógvir áskoðarar. Skýlini hjá feløgunum báðum eru mest sum fullsett.
4) 0-0
HB hevur havt greiða yvirvág fyrstu løtuna.
1) 0-0
HB-B36 kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Heini Vatnsdal – Adrian Justinussen, Christian R. Mouritsen, Levi Hanssen – Poul Ingason
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Jónas þór Næs – Alex Mellemgaard, Eli Falkvard Nielsen – Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen – Lukasz Cieslewicz
--------
LIÐUGT
1-3
90) 1-3
4 minuttir lagdir aftrat. Einki bendir á, at KÍ fer at megna at svara aftur.
86) 1-3
Dion Splidt er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Álvur F. Christiansen inn á AB liðið.
83) 1-3
KÍ leggur nógv fyri, serliga í deyðbóltsstøðum, men AB hevur framvegis gott tak á støðuni.
80) 1-3
Ísak Simonsen er settur inn á KÍ liðið.
77) 1-3
Kári Nielsen hjá AB sær gult.
76) 1-3
AB bindur um í verjuni, og so er tað upp til Rógva Poulsen, Kristin R. Mouritsen og Karstin Højgaard at syrgja fyri, at tað onkra ferðina er vandamikið.
71) 1-3
Beinir Ellefsener farin av vøllinum, og Magnus Egilsson er komin á vinstra vongverja hjá AB.
70) 1-3
1-3: Kristin R. Mouritsen
Alt meðan KÍ pressar, so hevur AB skorað. Eftir fína sending frá Tróndi Jensen var Kristin R. Mouritsen púra tryggur, tá ið hann setti bóltin framvið Meinhardti Joensen.
69) 1-2
KÍ spennir álopsbogan, og nú er uppgávan hjá AB at verja.
63) 1-2
KÍ trýstir, og nú hevur Jóannes Bjartalíð havt góðan møguleika, men Heðin Stenberg stórbjargaði.
AB hevur skift út - Karstin Højgaard hevur avloyst Nicolaj Eriksen.
60) 1-2
1-2: Kenan Hajdarovic
So hevur KÍ minkað um munin. Eftir uppspæl í høgru og langskot frá Sami Tahir hálvbjargaði Heðin Stenberg. Bólturin stakk út til innskifta Kenan Hagdarovic, sum skoraði.
Nú er lív í KÍ áskoðarunum.
56) 0-2
AB leypir á, og eingin ábending er um, at gestirnir ætla at leggja seg heilt aftur at verja leiðsluna.
54) 0-2
Atli Danielsen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Sami Tahir, sum er á KÍ liðnum fyri fyrstu ferð.
49) 0-2
KÍ spælararnir kendust vera sera uppsettir, nú teir komu á vøllin aftur eftir hvíldina, men tað verður torført ímóti AB, sum er væl skipað, og gestirnir í Klaksvík kennast vera ógvuliga fokuseraðir.
46) 0-2
HÁLVLEIKUR
45) 0-2
Tað er hálvleikur í Klaksvík, og tað er sera gott lag í AB leguni.
38) 0-2
Sørmundur Kalsø er farin av vøllinum, og í hansara stað er Kenan Hajdarovic settur inn í KÍ álopið. Henry Heinesen er fluttur aftur á høgra vongverja.
33) 0-2
0-2: Kristin R. Mouritsen
So hevur AB økt um leiðsluna. Eftir innkast og snilt samanspæl var Kristin R. Mouritsen leysur við nærra stólpan, tá ið hann setti bóltin í málið.
31) 0-1
KÍ er fleiri ferðir framvið. Jóannes Bjartalíð royndi seg við frísparki úr 16,5 metrum, men bólturin tók í manngarðin og fór upp um málið og út til horna.
29) 0-1
KÍ trýstir. Eftir horna hevur Jonas Flindt Rasmussen stútað á tvøtræið, og lítla løtu frammanundan var um reppið, at KÍ skoraði, tá ið Henry Heinesen lyfti bóltin upp um málverjan, men tað varð bjargað á strikuni.
24) 0-1
Vøllurin er vátur, og spælararnir hava ikki sørt ampa av undirlagnum, tá ið teir royna at samanspæla.
20) 0-1
0-1: Rógvi Poulsen
Við skoti væl uttanfyri brotsteigin hevur Rógvi Poulsen, sum orsaka av sjúku ikki var við sunnudagin ímóti TB, skorað. Talan var ikki um serliga hart skot.
13) 0-0
KÍ verjir vestara málið, og AB verjir málið málið eystanfyri - undir KFUM og K.
8) 0-0
Framvegis málleyst. Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg millum brosteigarnar báðar.
3) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Klaksvík í kvøld.
2) 0-0
Vandamikið KÍ horna sum endar við, at bólturin verður sendur upp um AB málið.
1) 0-0
KÍ-AB kl. 18.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Mayowa Oladele Alli – Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen – Henry Heinesen, Atli Danielsen, Heðin Klakstein – Jóannes Bjartalíð
AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Tróndur Jensen – Dion B. Splidt, Kristin R. Mouritsen, Rógvi Poulsen - Kristin R. Mouritsen – Nicolaj Eriksen