B36 hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 18 ára gomlu tvíburarnar Tobias og Emil Elmelund Hansen.
- Hetta eru tveir ungir dreingir, ið hava arbeitt hart fyri at koma har teir eru komnir, tí hava teir uppiborið at blíva partur av hópinum, sigur Dan Brimsvík, høvðusvenjari hjá B36.
Tobias og Emil Elmelund Hansen eru 18 ára gamlir og tvíburar. Báðir vóru á U17-liðnum í fjør, sum vann greipuna í deildini. Í ár hava báðir verið fastur partur av 1. deildarhópinum, og vant nakrar ferðirnar um vikuna við Betri hópinum, skrivar B36.
- Emil er verjuspælari, ið er væl bygdur, ógvuliga sterkur í duelspælinum og eisini í skipaða spælinum. Tobias er framrættaður spælari, ið hevur góða ferð og øðiliga orku. Hann er eisini skrásettur fyri seks mál og hevur eisini nøkur upplegg í 1. deild í ár.
B36 er í løtuni á triðja plássi í Betri deildini hjá monnum.