B36 kom á talvuna

Kvinnurnar hjá B36 vunnu fyri fyrstu ferð í, og annars er nú staðfest, at einki av hinum liðunum tekur KÍ aftur í grundspælinum

 

Fótbóltur


Higartil í ár hevur ikki gingist nakað serligt hjá kvinnuliðnum hjá B36. Tríggir teir fyrstu dystirnir eru allir taptir, og har umframt eru tær at kalla úti úr steypakappingini, eftir at KÍ vann fyrru hálvfinaluna við tveimum málum móti ongum.

Tí vóru vónirnar kanska ikki av teimum bestu undan dystinum móti grannunum, sum at síggja til høvdu sett seg trygt á næsta sessin á stigatalvuni, men hetta bleiv so kortini dysturin, har tað bragdaði hjá B36.


Vóru grammari

Størsta orsøkin, til at B36 vann dystin, var at tær snøgt sagt vóru nógv grammari enn tær hjá HB. Frá fyrsta bríksli settu tær seg á miðvøllin, har tær vóru í yvirtali, og hetta viðførdi so eisini eina greiða yvirvág í spælinum.

Tí var tað eisini fult uppiborið, at B36 kom á odda, tá Maria Vang setti høvdið á eitt innlegg, sum kom eftir hornaspark.

Í seinna hálvleiki hevði HB broytt liðið nakað, soleiðis at B36 ikki longur var í yvirtali á miðvøllinum, men tað eydnaðist teimum tó ongan tíð at vinna B36 aftur. Tvørtur ímóti økti Sólvá Joensen um leiðsluna hjá B36, tá hon skoraði úr spískum eftir at hava rikið seg leysa av tveimum verjuleikarum.

Seinastu tíggju minuttirnar komu trý mál. Fyrst økti Súsanna Hansen til 3-0 eftir eitt væl spælt B36 álop, men løtu seinni minkaði Eyðfríð Kristiansen um munin, tá hon skeyt har og flatt móti B36 málinum.

Seinasta orðið átti Sólvá Joensen, tá B36 fekk brotsspark, sum HB kvinnurnar als ikki vóru nøgdar um. Undan brotssparkinum skifti HB málverja, so Randi Wardum kundi verða skrásett fyri sín fyrsta dyst í bestu deildini, men hetta nervaði tó ikki Sólvu, sum sendi bóltin í málið.

Við sigrinum tók B36 eitt fet upp móti VB, sum kemur á vitjan komandi vikuskifti. HB skal tá til Klaksvíkar, har oddaliðið tekur ímóti.


Eingin tekur KÍ

KÍ staðfesti oddastøðu sína, tá tær á útivølli vunnu 2-1 á VB. Saman við tapinum hjá HB var sigurin nóg mikið til, at KÍ nú hevur vissað sær fyrsta plássið í grundspælinum, og hóast hetta ikki telur nakað í endaspælinum, er einki at ivast í, at hetta eisini vigar nakað sálarliga.

Sagt verður, at dysturin í Vági ikki var av teimum best leiktu. Vøllurin var hálur, og hetta viðførdi, at leikararnir til tíðir høvdu ilt við at hava tamarhald á bóltinum. Fyrsta málið hjá KÍ var eisini heldur tilvildarligt. Rannvá Andreasen sendi ein langan bólt fram eftir vøllinum, og tá bólturin stiklaði á váta vøllinum, støkk hann upp um málverjan hjá VB og í málið.

Støðan helt sær fram til eitt lítið korter restaði at spæla. Tá fekk VB javnað, eftir at Halltóra Joensen fekk fatur á einum heldur jánkasligum KÍ-útsparki. Hon setti beina kós móti málinum, og so var brádliga líkt til, at KÍ skuldi vera fyri fyrsta stigamissinum í ár.

Tá liðini bæði spældu í Klaksvík, var tað ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at KÍ tryggjaði sær 2-1 sigurin, og soleiðis varð eisini hesa ferð, og eins og seinast var Malena Josphsen upprunin til málið. Fimm minuttir fyri leiklok fekk KÍ fríspark uttan fyri brotsteigin, og tá málverjin ikki megnaði at halda skotinum frá Malenu, var Mariann Joensen fyrst á returinum. Sum sagt, so tryggjaði sigurin KÍ fremsta sessin í grundspælinum, og hóast einki er avgjørt við hesum, so fer árið alt meira at benda á eina endurtøku av greipuni, sum KÍ fyri fyrstu ferð vann í fjør.


HB - B36 1-4 (0-1)

0-1: Maria Vang 34.

0-2: Sólvá Joensen 60.

0-3: Súsanna Hansen 83.

1-3: Eyðfríð Kristiansen 86.

1-4: Sólvá Joensen (br.) 88.


VB - KÍ 1 - 2 (0 - 1)

0 - 1 Rannvá Andreasen, 25. min.

1 - 1 Halltóra Joensen, 77. min.

1 - 2 Mariann Joensen, 86. min.


Máltindurin

Malena Josephsen KÍ 5

Halltóra Joensen VB 5

Eyðfríð Kristiansen HB 4

Sólvá Joensen B36 3

Rannvá Andreasen KÍ 3

Súnfríð Simonsen B36 2

Kristina Eyðbjørnsdóttir HB 2

Vivian Bjartalíð KÍ 2

Marita Joensen VB 2

Maria Vang B36 1

Súsanna Hansen B36 1

Annika Godtfred HB 1

Lydia Vesturtún HB 1

Vivian Thorleifsson HB 1

Bára Skaale KÍ 1

Elsa Maria Simonsen KÍ 1

Marian Joensen KÍ 1

Rini Mørk KÍ 1

sjálvmál 4