B36 og Víkingur punkteraðu

KÍ var trivaligan sigur í Gøtu, og NSÍ vendi eftir útskiftingar øllum á høvdið í Gundadali ímóti B36

Eftir at hava verið flúgvandi í hálvan triðja mánað, tá ið liðið er farið frá sigri og til sigur, var tað stórt vónbrot hjá B36 í dýrdarveðrinum í Gundadali seinnapartin.

NSÍ er á veg til hús við 3-2 sigri. Petur Knudsen legði longu í fyrsta minutti NSÍ framum. Men so setti B36 seg á spælið. NSÍ verjuspælarin Jens Joensen var óheppin at gera sjálvmál. So var 1-1, og B36 koyrdi á. Lukasz Cieslewicz legði B36 framum við brotssparki, sum teir í NSÍ vóru ógvuliga misnøgdir við, og fyrstu løtuna eftir steðgin vóru fleiri spentar støður í NSÍ brotsteiginum.

So vóru skiftingar gjørdar, ið broyttu gongdina. Odmar Færø, liðformaðurin og stýrimaðurin í B36 verjuni noyddist av vøllinum, og inn á NSÍ liðið vórðu settir Jann Benjaminsen og Øssur Dalbúð, og skjótt eftir javnaði Petur Knudsen.

Árni Frederiksberg var framúr eyðsýndur, og hann skoraði við rimmar skoti NSÍ sigursmálið til 3-2.

 

Í Sarpugerði var Sigfríður Clementsen fyri fyrstu ferð við Víkinga róðrið. Tað hilnaðist illa, tí KÍ vann trivaligan 3-0 sigur, sum ber við sær, at klaksvíkingar nú eru á øðrum plássi.

Páll A. Klettskarð, sum ikki hevur skorað síðani í fyrsta umfari, var tvífaldur málskjútti, og Hørður Askham stútaði til 1-0.

 

Á Eiði var tað stórt vónbrot hjá Suðrinum, at tað endaði 2-2. Suðringar vóru frammanfyri 2-0 við málum, sum Salmundur Bech og Búi Egilsson skoraðu. So svaraði EB/Streymur aftur. Gestur B. Dam minkaði um munin, og so tevjaði heimaliðið blóð.

At Marni Djurhuus og Arnbjørn Hansen vórðu skiftir inn á heimaliðið var ógvuliga avgerandi.

Tað eydnaðist Pætur J. Petersen av javna, og harvið vann EB/Streymur eitt stig, meðan Suðringar mistu tvey stig.

 

Í dýrdarveðrinum í Sørvági eydnaðist tað loksins 07 Vestur at vinna fulla úrtøku. Skála er á veg til hús við 4-1 tapi.

Sølvi Egilsson setti hol á. Tað sá út til, at Skála hevði fótað sær, tá ið vongverjin í høgru, Ari Olsen, javnaði, men heimaliðið svaraði so ruddiliga aftur.

Eftir steðgin legði liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen 07 Vestur framum 2-1, og síðani skoraðu Ndende Adama Guéye og Kyrylo Silich.

 

Víkingur – KÍ 0-3 (0-2)

0-1: Hørður Askham

0-2: Páll A. Klettskarð

0-3: Páll A. Klettskarð

 

EB/Streymur – Suðringar 2-2 (0-1)

0-1: Salmundur Bech

0-2: Búi Egilsson

1-2: Gestur B. Dam

2-2: Pætur J. Petersen

 

07 Vestur – Skála 4-1 (1-1)

1-0: Sølvi Egilsson

1-1: Ari Olsen

2-1: Høgni Egilstoft Nielsen br

3-1: Ndende Adama Guéye

4-1: Kyrylo Silich

 

B36 – NSÍ 2-3 (2-1)

0-1: Petur Knudsen

1-1: sjálvmál

2-1: Lukasz Cieslewicz br

2-2: Petur Knudsen

2-3: Árni Frederiksberg

 

AB – HB kl. 17.15

 

HB1191121728
1282222926
B3612813261425
NSÍ12723241223
Víkingur12525161617
Skála12426111714
EB/Streymur12255131611
Suðringar12327101811
AB112277198
07 Vestur12111011334

 

 Fyrru hálvfinalurnar

Mikudagin 30. mai

HB - AB

B36 - Suðringar 

 

13. umfar

Sunnudagin 3. juni

KÍ - B36

NSÍ - AB

Skála - EB/Streymur

B36 - NSÍ

Suðringar - Víkingur