Tað verður havnauppgerð í Gundadali í dag. B36 fær nevniliga vitjan av AB. Liðini bæði stríðast í hvørjum sínum enda av Formuladeildini, men givið er tað, at hvørki av liðunum hevur ráð til at tapa stig.
Skuldi AB tapt í dag, má helst veitrast farvæl til Formuladeildina á hesum sinni. Ein loysn er tó, at AB vinnur tríggjar stórsigrar á rað.
B36 hevur alt kappingarárið stríðst í oddanum av deildini, og hetta gera teir framvegis. Nú byrjar tó av álvara at nærkast málstrikuni, og teir hvítu úr Havn eru tvey stig aftanfyri NSÍ á fyrsta plássi.
Hjá B36 verður Mikkjal Thomassen ikki við vegna leikbann, meðan AB má vera Morten Overgaard og Danny Rasmussen fyri uttan. Vegna sjúku er eisini ivasamt, um Pætur Jørgensen verður førur fyri at spæla.