Lutakast hevur júst verið til fyrstu undanrundu av Champions League kappingini til komandi kappingarár.
Og fyri føroysku meistararnar úr B36 var talan um eitt hampuligt lutakast. B36 trekti FC Valletta úr Malta, og skal spæla fyrsta dystin á útivølli móti maltesisku meistarunum.
B36 hevur góðar royndir við liðum frá Malta. Fyri nøkrum árum síðani spældi B36 móti FC Birkirkara frá Malta, og eydnaðist tað B36 tá at sláa teir út úr kappingini.
Lítið er tó at ivast í, at hitin verður ein stór avbjóðing hjá teimum føroysku meistarunum, nú hásummar er á Malta.
Fyrri dysturin millum FC Valletta og B36 verður spældur antin tann 28 ella 29 juni, meðan seinna uppgerðin millum feløgini verður 5 ella 6 juli.
Eydnast tað B36 at spæla seg víðari úr fyrstu undankappingarrundu av Champions League, er longu greitt hvørjum teir møta í rundu nummar tvey. Tá eitur mótstøðuliðið Crvena Zvezda úr Serbia. Betri kent sum Reyða Stjørna.
Lutakastið til fyrstu undanrundu av Champions League:
FC Flora Tallin (Estland) – Lincoln (Gibraltar)
The New Saints (Wales) – Tre Penne (San Marino)
Valletta (Malta) – B36 Tórshavn (Føroyar)
FC Santa Coloma (Andorra) – Alashkert (Armenia)