Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvær ferðir kundu B36-fjepparar fegnast kring ársskiftið um tíðindi, sum vóru at lesa á Portalinum.
Mikudagin undan ársskiftinum kundi B36 staðfesta, at Hjalgrím Elttør fer at spæla við felagnum komandi kappingarár.
Hjalgrím, sum er uppvaksin í KÍ, var partur av hópinum hjá NSÍ í 2007, 2008 og partvíst í 2009. Men hann var partur av einum heldur rokaligum skifti, tá hann í fjør summar gjørdi av at flyta aftur til Klaksvíkar og KÍ.
Her eydnaðist tó ikki at halda felagnum í fremstu deildini, og tað er fyrst og fremst fyri at vera við í fremstu røð, at hann nú skiftir til B36.
- B36 hevur fleiri sera evnaríkar ungar leikarar, og hava har afturat styrkt seg væl, síðan kappingin endaði. Eg kenni flestu spælararnar og gleði meg til at royna meg í høvuðsstaðnum, sigur Hjalgrím Elttør við b36.fo
Og eftir ársskiftið stóð at lesa, at Meinhardt Joensen helst eisini skiftir til B36. Meinhardt er eins og Hjalgrím klaksvíkingur, og eins og hesin hevur hann eisini verið partur av landsliðsmyndini seinnu árini.
Í fyrraárið vardi hann máli hjá B36, meðan tað í fjør var NSÍ, sum hevði hann í hópinum.
Kristjan á Neystabø, formaður í B36, sigur tó, at tey ikki kennast við tíðindini um, at Meinhardt skal verja málið hjá felagnum.
B36 hevði í fjør Jóan Paula Dahl Jakobsen í málinum, men hesin fer ætlandi av landinum í lestrarørindum í heyst. Men her og nú er tað hann, sum er málverji í felagnum, sigur Kristjan á Neystabø.