Astronautarnir siga, at teir hava verið "límaðir til vindeyguni" fyri at taka myndir av Jørðini

Komin hálvan veg til Mánan

– Menniskjað hevur enn einaferð víst, hvat vit eru før fyri, sigur rúmdarmaðurin, Jeremy Hansen, umborð á Orion

Astronautarnir siga, at teir hava verið "límaðir til vindeyguni" fyri at taka myndir av Jørðini

Rúmdarstovnurin NASA boðaði í morgun frá, at tey fýra rúmdarfólkini í Artemis-átakinum nú eru komnir hálvan veg til Mánan.

 

– Menniskjað hevur enn einaferð víst, hvat vit eru før fyri, sigur rúmdarmaðurin, Jeremy Hansen, umborð á Orion-rúmdarfarinum.

 

Saman við starvsfeløgunum Reid Wiseman, Victor Glover og Christinu Koch er hann á veg til Mánan.

 

Astronautarnir siga, at teir hava verið "límaðir til vindeyguni" fyri at taka myndir, sum teir eisini deildu langafríggjadag.

 

– Einki kann fyrireika teg til ta fantastisku uppliving at síggja tína planet, bæði upplýsta, sum um tað var dagtíð og við Mánanum, sum skínur yvir Jørðina, sigur Koch.

 

Rúmdarfarið Orion skal eftir ætlan ferðast í ringrás um Mánan, áðrenn tað kemur aftur til jørðina á einari ferð, sum skal vara í tíggju dagar.

 

Astronautarnir siga, at teir hava verið "límaðir til vindeyguni" fyri at taka myndir av Jørðini