Koma undir land við samgonguskjalinum í dag

Samgongusamráðingarnar byrja aftur nú klokkan 10:30

Tað gongur væl við samráðingunum, og tað ið dagurin í dag er farin, so eru teir tríggir flokkarnir komnir langt við samgonguskjalinum.

Tað sigur Beinir Johannesen, samráðingarleiðari og formaður í Fólkaflokkinum.

Spurdur hvussu langt teir eru komnir – um teir eru komnir meira enn á hálva leið, sigur hann, at tað eru teir.

– Um tað gongur væl í dag, so eru vit um at vera komin á mál við samgonguskjalinum, tá dagurin er farin, sigur hann.

Ætlanin er ikki at samráðast á páskum, men at fara í gongd aftur týsdagin.

Enn eru samráðingarfólkini ikki komin til mál við málsøkjabýtinum og heldur ikki við talinum av landsstýrisfólkum.

– Men tað verða seks ella sjey landsstýrisfólk?

– Ella fimm, svarar hann skemtandi.

Hann sigur, at tey eru ikki koman higartil enn.

Beinir Johannesen hevur áður staðfest, at tað verða hvørki níggju ella átta fólk í landsstýrinum. Hann hevur ikki avvíst, at tað verða sjey.

Tað hevur annars ligið í kortunum, at tað í framtíðini skulu vera seks fólk í landsstýrinum og seks aðalráð. Ætlanin hjá nú skjótt fráfarna landsstýri var at broyta stýrisskipanarlógina soleiðis, at tað verður ásett í henni, at talið av aðalráðum skal vera seks. Tað var tilmælið frá nýskapanarnevndini, sum mælti landsstýrinum til at byrja sparingarnar í toppinum, sum so eisini varð gjørt, tá landsstýrið varð skert frá níggju landsstýrisfólkum niður í seks tann 1. desember í fjør.

Beinir Johannesen hevur til fríggjadagin at skipa nýggja samgongu. Er hann ikki klárur tá, so má hann fáa nýggja heimild frá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu.

Men tríggir arbeiðsdagar eru í næstu viku fyri fríggjadagin.