Füchse Berlin heldur fast í øðrum plássinum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir eru tvey stig frammanfyri Flensburg-Handewitt

Nú bert tvey umfør eru eftir at leika í týsku bundesliguni liggja Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin væl fyri at tryggja sær annað plássið í deildini, og harvið luttøku í Champions League komandi kappingarár.

 

Füchse Berlin vann í kvøld á útivølli 41-38 (17-14) á Eisenach. 

 

Füchse Berlin er næstfremst í deildini við 51 stigum. Flensburg-Handewitt hevur 49 stig á øðrum plássinum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli móti MT Melsungen. Sama kvøld hevur Flensburg dyst á heimavølli móti Eisenach.