B36 og EB/Streymur spældu leygardagin seinna venjingardystin imóti hvørjum øðrum innanfyri eina viku. Dystin í Havn vann EB/Streymur 2-1, og leygardagin var tað B36, sum átti tørn at vinna. Úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til B36. Allan Mørkøre, sum nú aftur skal royna seg við B36, skoraði annað málið, og hitt málið var eitt sjálvmál, sum vertirnir sjálvir syrgdu fyri