Fótbóltur
Hóast vit her í blaðnum hava skrivað, at tað kundi skapa trupulleikar, um Føroyar skuldi hýsa stóra turkiska ferðalagnum, sum er í væntu, nú B36 skal spæla móti Fenerbache, so er hetta ein uppgáva, sum er loyst.
- Eftir dystin á Malta, sum jú gav okkum eitt framúr útgangsstøði, hava vit saman við Fenerbache arbeitt við eini loysn. Og tað er heilt víst, at tað væl og virðiliga ber til at hýsa stóra ferðalagnum, sum nú kemur hendanvegin.
- Vit hava í góðari tíð verið í samband við FSF, sum hevur bílagt flestu hotel-kømurini um hetta mundið. Og rættiliga tíðliga tryggjaðu vit okum, at tað bar til at hýsa øllum, skuldu vit vunnið okkum víðari. Men hetta er sjálvandi nakað, sum vit hava gingið sera stillisliga um. Fyrst og fremst, so máttu vit jú loysa uppgávuna móti Birkirkara, og tað megnaðu vit tíbetur, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sum tekur sær av viðurskiftunum kring Formula-liðið hjá árstalsfelagnum.
Gongur við gestablídni
Hann sigur annars, at teir hava fund við leiðsluna hjá Fenerbache hósdagin, og tá hesin er fundur er av, áttu øll viðurskifti viðvíkjandi ferðing og gisting at verið avgreidd. Eisini hjá teimum mongu tíðindafólkunum, sum eru í væntu. Hesi kunnu ikki øll vera vís í hotel-uppihaldi, men sum Kristjan tekur til, so er føroyski blíðskapurin vanliga stórur, so tað man eisini fara at ganga, heldur hann.
- Og tað skerst ikki burtur, at vit eru ernir av, at vit fáa møguleika at hýsa einum slíkum liði. Og eri sannførdur um, at vit ikki fáa nakrar sum helst trupulleikar í so máta.
Og fáa tit so heldur ikki trupulleikar av dystinum sjálvum?
- Tað fái eg so ikki lova. Eg kann lova, at vit avgreiða alt annað eftir bókini, men sjálvan dystin fái eg illa svarað fyri!
Vilja spæla heima fyrst
Lutakastið til dystin móti Fenerbache lagaði tað so, at B36 fyrst skal spæla á útivølli. Skuldi B36 framt enn eitt bragd í Turkalandi, og soleiðis fingið eitt gott útgangsstøði undan heimadystinum, er lítið at ivast í, at áskoðaratalið til hendan vildi verið sera høgt. Hinvegin lúrir vandin eisini fyri, at eitt skrædl á útivølli kann minka munandi um áhugan fyri heimadystinum, og tað er nakað, sum B36 tykist vilja sleppa undan.
Tað ljóðar í øllum førum, at B36 arbeiðir hart við at skifta um heima- og útidyst móti Fenerbache, soleiðis at dysturin á Tórsvølli verður longu 26. juni. Og hetta er so ikki nakað, ið verður avsannað av Kristjani á Neystabø.
- Eg fái sum so ikki gjørt viðmerkingar til, hvørji evnini verða á fundinum hósdagin. Men vit arbeiða við øllum møguleikum, er einasta viðmerkingin, sum Kristjan vil gera hesum viðvíkjandi.