7. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í hesum vikuskiftinum. Fýra lið kappast um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær, men longu nú ber til at staðfesta, at B71 ongan møguleika hevur at flyta upp. Eftir seks umfør er B71 aftast, og harvið er spurningurin heldur, um tað fer at eydnast sandoyingum at varðveita plássið í deildini.
Harvið eru tað bara B68, FC Suðuroy og Skála, sum stríðast um at vinna uppflyting. Felags fyri hesi trý feløgini er, at tey hesa ferð skulu spæla á útivølli. FC Suðuroy skal longu klokkan 13 spæla við Margáir, B68 skal í kvøld til Klaksvíkar, og í morgin skal Skála suður til Sands.
HB, sum er á triðja plássi, fær seinnapartin vitjan av TB, og Víkingur fær vitjan av B36.
Í dag
EB/Streymur-FC Suðuroy: Súni Fríði Barbá kl. 13.00
HB-TB: Pætur Albinus kl. 15.00
Víkingur-B36: Alex Troleis kl. 16.00
KÍ-B68: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
Í morgin
B71-Skála: Súni Fríði Barbá kl. 15.30
Støðan undan 7. umfari
B68 16 stig
FC Suðuroy 12 stig
HB 10 stig
Skála 10 stig
KÍ 9 stig
B36 7 stig
TB 7 stig
Víkingur 6 stig
EB/Streymur 5 stig
B71 4 stig
mynd: www.b68.fo