Fótbóltsstemningurin er einki serligur í Sumba. Eitt er, at teir taptu øll stigini í einum dysti, sum skuldi havt givið eitt og helst trý stig, um talan ikki skal vera um stríð við rygginum móti múrinum. Men eitt annað er, at eitt av álitunum øll árini, sum Sumba hevur verið frammarlaga í fótbólti, ikki spældi við og ikki sat á beinkinum. Marlon Kjærbo var ikki skaddur, og hann var ikki leikbannaður, men hann var ikki við, og vit skilja á lagnum, at tað komst av misnøgd við, hvussu liðið var sett saman.
Flótandi fótbóltsspæli var ikk so nógv av. Lotið var so mikið frískt, at tað plágaði ikki so lítið, og tá sendingarnar ofta vóru langar, so gjørdust tær eisini óneyvar.
Tvey skjót mál
Fróði Mortensen arbeiðir í Danmark. Hann var keyptur heim til dystin, og tað var einki serligt hjá honum, at fyrsta ferðin, hann helt bóltinum, var, tá hann tók hann úr netinum. Tá vóru 48 sekund farin, og so skuldi Sumba so at siga byrja frá minus eitt.
Jan Petersen, høgri vongverjin hjá B68, var meistari bæði fyri tí fyrsta og tí næsta málinum hjá gestunum. Hitt fyrra smekkaði hann úr 25 metrum og dygst inn við handara trænum, og hitt seinna stútaði hann eftir hornaspark og eftir at málverjin í ikki so lítla mótvindinum hevði boksað bóltin eitt sindur út frá aftur.
Møguleikar til Sumba
Sumbingar komu afturíaftur, teir fingu eitt mál móti vindinum, og teir høvdu tveir aðrar møguleikar, har teir vóru óhepnir. Ta einu ferðina rakti Nebojsa Veljkovic innaru síðu á stólpanum, og eina aðra ferðina stútaði Birgir Jørgensen á Magnus Poulsen í B68 málinum.
Tað restaði sjey minuttir av fyrra umfarinum, tá Nebojsa Veljkovic minkaði um munin. Peter Jørgensen legði innfyri, bólturin fór aftur í borðið, og Sonne Kjærbo legði innaftur til jugoslavan, sum úr seks metra fjatstøðu drønaði til bóltin.
Toftamenn, ið høvdu Aksel Højgaard sum einsamallan mann á toppinum, løgdu seg aftarlaga seinna umfarið. Uppgávan hjá heimaliðnum var at trýsta undan vindinum og royna at koma afturíaftur. Sumba trýsti nógv, men teir so at siga spældu við høvdinum undir arminum, og í staðin fyri at fáa vongspælararnar at koma ígjøgnum, so runnu teir seg óteljandi ferðir í rangstøðufellurnar, sum tað eydnaðist væl hjá toftaverjuni at seta.
Og tá annað liðið trýstir og flytir fólkið langt fram, so er tað so ofta, at hitt liðið slær kontra. Øssur Jacobsen, sum eftir 64 minuttir hevði avloyst Aksel Højgaard, gjørdi tvær ferðir um seg. Fyrru ferðina dró hann leingi og langt, Mortan úr Hørg elti toftamannin, men gjørdi ikki professionella frísparkið, og so smekkaði Øssur í kassan til úr 15 metrum og støðan var 3-1. Løtu seinni hevði hann somu roynd, men tá brast bólturin í tvørtræið.
Vanliga leiktíðin var farin, tá Nebojsa Velkovic minkaði um munin til 3-2. Málið var meinlíkt tí, sum B68 hevði skorað til 2-0 uppá.
Sumba-B68 2-3 (1-2)
Sumba: Fróði Mortensen ? Hans Jacob Thomsen, Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Mortan úr Hørg, Peter Jørgensen ? Sonne Kjærbo, Jan Poulsen, Spasojé Biberdzic ? Birgir Jørgensen, Nebojsa Veljkovic.
B68: Magnus E. Poulsen ? Jan Petersen, Fróði Clementsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Messias Perreira ? Olaf Højgaard, Oleif Joensen, Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge ? Aksel Højgaard