B68 hevur fult stigatal

B68 hevur lagt seg einsamalt á odda í 1. deild, eftir at liðið vann á Skála seinnapartin.

 

Skála er saman við B68 uppflytarakandidatur til bestu deildina, og tí var spenningur um uppgerðina á Skála í dag. Endin var, at B68 vann dystin 2-1. B68 var á odda 1-0 í hálvleikinum við máli, sum Haraldur R. Højgaard skoraði. Tríggjar minuttir fyri tíð gjørdi Bjarki Johannesen hjá B68 sjálvmál, og so stóð á jøvnum. Men í yvirtíðini var tað júst Bjarki Johannesen, sum tryggjaði B68 sigurin við at skora í rætta málið.

 

FC Suðuroy hevði vitjan av HB, og suðuroyingar vunnu dystin 2-1 við málum frá Henning G. Joensen og Reidar Dahl Joensen. Jógvan Skeel Nolsøe skoraði fyri HB.

 

Úrslitini í 1. deild í dag vóru:

Skála-B68 1-2

FC Suðuroy-HB 2-1

TB-EB/Streymur 1-1

B36-KÍ 2-1

Víkingur-B71 6-1

 

Støðan

1. B68 9 stig

2. HB 6 stig

3. FC Suðuroy 6 stig

4. TB 4 stig

5. Vìkingur 3 stig

6. Skála 3 stig

7. KÍ 3 stig

8. B36 3 stig

9. EB/Streymur 2 stig

10. B71 1 stig