Longu fyrr í dag, tá ið FC Suðuroy hevði tapt 2-1 við Margáir, var tað greitt, at B68 fer at flyta upp í bestu deildina. Klokkan 17 var fyrsta bríkslið í Klaksvík, har teir næstbestu hjá KÍ høvdu vitjan av nýuppflutta B68, og í góðveðrinum í kvøld komu toftamenn til hús aftur við 2-0 sigri.
Jónleif Højgaard legði teir framum í 1. hálvleiki, tá ið gestirnir vóru omaná. Eftir steðgin legði KÍ bragdliga fyri, men klaksvíkingar fingu ikki úrtøku burturúr møguleikunum, og tá ið Óli Olsen miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði til 2-0, var eingin ivi um, at B68 fór avstað við øllum stigunum.
Eftir at hava tapt seks tær seinastu ferðirnar, kom HB aftur á sigurskós. Talan var um sannførandi sigur, tí TB fór suður aftur við 7-2 tapi. Dávid Reginson Nolsøe og Bartal Wardum skoraðu tvær ferðir í part fyri HB.
Sum tað varð sagt fyrr í dag, so var Árni G. Olsen tvífaldur málskjútti, tá ið tað fyrr í dag endaði 2-1 til EB/Streym á heimavølli ímóti FC Suðuroy.
Í Leirvík endaði tað 1-1 millum Víking og B36. Í morgin hittast B71 og Skála heima á Sandi.
Úrslitini í dag bera við sær, at tað er stórur spenningur um, hvør skal flyta niður saman við B71. Við sigrinum í dag lyfti EB/Streymur seg upp um strikuna. Nú er TB undir strikuni, men bæði EB/Streymur og KÍ eru í vanda fyri at flyta niður. Hvat lið skal niður saman við B71 valdast eisini um, hvussu tað verður við niðurflytingini úr bestu deildini.
KÍ-B68 0-2 (0-1)
0-1: Jónleif Højgaard 29.
0-2: Óli H. Olsen 71.
Reytt kort: Johan Jacobsen, KÍ, 90. (beinleiðis reytt)
Víkingur-B36 1-1 (1-0)
1-0: Magnus Jarnskor br 24.
1-1: Árni G. Nielsen 69.
Reytt kort: Jan Poulsen, Víkingur (beinleiðis reytt) 82.
EB/Streymur-FC Suðuroy 2-1 (0-0)
1-0: Árni G. Olsen 65.
1-1: Jón Krosslá Poulsen 72.
2-1: Árni G. Olsen
Reytt kort: Jón Krosslá Poulsen, FC Suðuroy, 78. (beinleiðis reytt)
HB-TB 7-2 (2-0)
1-0: Bartal Wardum 39.
2-0: Rói av Fløtum 42.
2-1: Einar Petersen 46.
3-1: Dávid R. Nolsøe 1.
4-1: Bartal Wardum 55.
5-1: sjálvmál 56.
5-2: Magnar Vang 58.
6-2: Dávid R. Nolsøe 62.
7-2: Kjartan Nielsen 66.
B71-Skála sunnudagin
Støðan
B68 50
HB 45
Skála 42
FC Suðuroy 40
B36 37
Víkingur 34
KÍ 29
EB/Streymur 29
TB 27
B71 18
Skála og B71 hava spælt 24 dystir, og hini liðini hava spælt 25 dystir.