B68 vann á NSÍ

1. deild: Við tíggju monnum seinasta hálva tíman vann B68 3-0 á NSÍ

Tað er gott lag á Toftum í kvøld, eftir at B68 vann 3-0 á teimum næstbestu hjá NSÍ. Otto Reinert Petersen skoraði tvey av málunum, meðan Óli H. Olsen átti vakrasta málið í dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Albert Róin Johannesen sítt seinna gula kort.

 

Les eisini: (1.deild) Víkingur basti HB

 

B68 hevði vindin undan í fyrra hálvleiki og legði trýst á NSÍ, sum hevði torført við at spæla seg til málmøguleikar. Fyrsta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Otto Reinert Petersen bleiv leysur í høgru og skoraði.

 

Les eisini: (1.deild) Nú er AB á bronsuplássinum

 

Nakað fyri hálvleik kom dagsins mál, tá Óli Højgaard Olsen sendi bóltin uppum málverjan úr 25 metrum. Bólturin tók í yvirleggjaran við handari stong og so var 2-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

 

Les eisini: Giza Hoyvík vann akkurát á ÍF

 

Í seinna hálvleiki høvdu toftamenn vindin ímóti. Tað merkti spælið eitt sindur, tí nú kom NSÍ betri við. Tað bleiv tó sjáldan vandamikið frammanfyri B68-málið. Mønustingurin kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kristian Anton Andreassen slapp at venda sær við baklinjuna í høgru. Hann sendi innfyri til Otto Reinert Petersen, sum skoraði.

 

Løtu seinni fekk Albert Róin Johannesen sítt seinna gula kort, fyri at tveita seg eftir einum bólti, sum var farin um síðulinjuna, og prika hann vekk.

 

- Tað fyrra gula kortið var í ordan og kann verjast, men vit eru eitt sindur argir um tað seinna. Tað vóru fleiri líknandi støður í dystinum, sum ikki góvu gult kort, sigur Súni Olsen, venjari hjá B68.

 

Toftmenn blivu í løtum trýstir aftur á egna hálvu, men tað kláraðu uttan stórvegis hóvasták at halda málið reint.

 

- Eg haldi hetta er uppiborið. Vit hava tamarhald á dystinum til útvísingina, men aftaná haldi eg ikki at NSÍ kemur til nakað serligt, sigur Súni Olsen. Við sigrinum hevur B68 nú 15 stig á fjórða plássi, sama sum AB, ið er á triðja plássi NSÍ er framvegis oddalið, men hevur spælt fleiri dystir.

 

1.deild:

Áttanda umfar

Fríggjadagin

KÍ-B36 4-1 (0-0)

1-0: Eivindur Sørensen 64.

1-1: Pætur Petersen br 77.

2-1: Aksel B. Danielsen 81.

3-1: Aksel B. Danielsen 84.

4-1: Aksel B. Danielsen 89.

 

Ídag

AB-Suðringar 2-0 (0-0)

1-0: Beinir Henriksen 28.

2-0: Jobin Drangastein 52.

Reytt kort: Teitur Midjord, Suðringar, 18. (beinleiðis reytt)

 

ÍF-Giza Hoyvík 0-3 (0-0)

0-1: Elias Evensson 68.

0-2: Ahmed Keita 77.

0-3: Hendrik á Fríðriksmørk 85.

 

Víkingur-HB 1-0 (1-0)

1-0: Arnbjørn Svensson 21.

 

B68-NSÍ 3-0 (2-0)

1-0: Otto Reinert Petersen 24.

2-0: Óli Højgaard Olsen 40.

3-0: Otto Reinert Petersen 55.

Reytt kort: Albert Róin Johannesen 61. (tvey gul)

 

Støðan

NSÍ 19 stig

KÍ 18 stig

AB 15 stig

B68 15 stig

HB 14 stig

Víkingur 12 stig

Suðringar 10 stig

Giza Hoyvík 8 stig

B36 4 stig

ÍF 0 stig

NSÍ og ÍF hava spælt níggju dystir, B68 og Giza Hoyvík hava spælt sjey dystir, og hini liðini hava spælt átta dystir

 

Níggjunda umfar

Leygardagin 20. mai

NSÍ-HB

B36-ÍF

Giza Hoyvík-KÍ

AB-B68

Suðringar-Víkingur