B71 bjargaði sær

2. deild

Tað gingu trý korter, áðrenn B71 kom á glið. So var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera. Sandoyingar vunnu 4?0 á Svangaskarði, og harvið fingu teir tey trý stigini, sum høvdu við sær, at teir so at siga hava tryggjað sær eitt ár afturat í næstbestu deildini. Leygardagin fáa teir vitjan av TB, sum longu hevur tryggjað sær rættin at spæla um eitt pláss í 1. deild, og B71 skal tapta heilt nógv, samstundis sum LÍF skal vinna heilt nógv í Vági, áðrenn strikan kemur upp á tal á Sandi.
Hesar seinastu ferðirnar hevur Piotr Krakowski nýtt seinnapartarnar leygardagar á B71 beinkinum. Tað gjørdi hann eisini á Toftum. Hann og øll hini sóu heimaliðið eiga besta møguleikan undan steðginum. Aksel Højgaard stútaði, bólturin brast í tværtræið aftanfyri Valdemar Novicki, men hann fór ikki inn um strikuna.
B71 hevði bara sandoyingar á liðnum ? íroknað málverjan. Helmingurin av liðnum vóru dreingir frá 20 árum og niður í 16. Eftir steðgin fór miðalaldurin eitt sindur upp. Umframt veteranarnar Valdemar og Eli Hentze var tá eisini Páll á Reynatúgvu á liðnum.
Jónsvein Thomsen setti hol á, tá hann í 58. minutti setti høvdið undir innlegg úr høgru frá Kára Nielsen. Fimm minuttir seinni var tað Tummas Pauli Olsen sum úr spískum í høgru smekkaði inn við nærra stólpanum. Og tríggjar minuttir aftaná var tað Jónsvein Thomsen, sum hálvfluktaði í málið eftir útspark frá sínum egna málverja. Almannaráðharrin brúkti høvdið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hann setti krúllin undir innlegg ? tað kom úr høgru!
Merkisvert var tað, at bæði B68 málverjin, Olaf Magnussen, og spælandi venjarin, Aksel Højgaard, áttu ein son á liðnum ? ávikavíst Ova Magnussen og Jóhan Dávur Højgaard. Umframt teir báðar nevndu veteranarnar, so var Edmund Jacobsen veteranur á B68 liðnum. Allir hinir vóru í góðum fótbóltsárum og eiga at hava møguleika at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum ? um teir leggja tað fyri, sum skal til.

2. deild
B68?B71 0?4 (0?0)
0?1: Jónsvein Thomsen 58.
0?2: Tummas Pauli Olsen 63.
0?3: Jónsvein Thomsen 66.
0?4: Páll á Reynatúgvu 80.