B71 og FSV høvdu fult

AB og LÍF mistu fyrstu stigini, tá ið innanhýsis uppgerðin teirra millum á Argjum endaði við javnleiki

1.DEILD 3. UMFAR

B71 og FSV04 høvdu fulla úrtøku eftir trý tey fyrstu umførini, tá farið varð um skírisdag. B71 var frammanfyri 2-0 og 4-2 í Gundadali móti HB, og teir vunnu 4-3. Men tað var um reppið, at teir mistu á stokkinum, tí HB misnýtti fyri opnum máli í yvirtíðini.
FSV04 vann 7-0 á Valloyrini móti Sumba/VB, sum sjáldan var í nánd av brotsteiginum hjá heimaliðnum. Birgir Joensen skoraði fýra ferðir.
AB og LÍF mistu fyrstu stigini, tá ið innanhýsis uppgerðin teirra millum á Argjum endaði 1-1. Spælandi LÍF venjarin, Hans Fróði Hansen legði gestirnar framum eftir deyðbólt, og ein onnur gomul landsliðskempa, Allan Mørkøre, javnaði eitt korter undan leikloki.
Eftir fyrsta korterið tóktist TB skula vinna stórsigur móti KÍ, men tað gjørdist kortini meiri spennandi enn so. Tvær ferðir var TB frammanfyri við tveimum málum, og tvær ferðir svaraði KÍ aftur. 3-2 Heimasigurin vóru fyrstu TB stigini í hesum kappingarárinum.
Sørvingar vóru fullkomuliga oman á móti Royn, sum einki hevði at bjóða uppá. Fýra av SÍ málunum vóru brasilsk. Marcello skoraði tríggjar ferðir og tykist rættuliga at vera í støtinum.