Badmintonspælarar fyrireika seg til oyggjaleikirnar

Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Guernsey í summar, luttekur føroyska landsliðið hetta vikuskiftið í liðkapping í Danmark

Ein av kappingunum á oyggjaleikunum er liðkappingin, og hevur Føroyar fyrr staðið seg væl í hesari liðkappingini. Hetta er tí ein sera góður møguleiki hjá føroysku luttakarunum at royna seg í kapping í Danmark, áðrenn oyggjaleikirnir byrja.

 

Luttikið verður við tveimum liðum - tilsamans er talan um 13 spælar. Ein liðdystur til hesa kappingina er 8 dystir - 3 dystir í einmansleiki harrar, 1 dystur í einmansleiki kvinnur, 2 dystir í tvímansleiki harrar, 1 dystur í tvímansleiki kvinnur og 1 dystur í blandaðum tvímansleiki.

 

Landsliðsvenjarin Sune Gavnholt er við í ferðalagnum, saman við ferðaleiðaranum Rikke Berg Larsen.

 

Á landsliðnum eru hesir spælarar:

 

Fai Yin Wong

 

Magnus Dal-Christiansen

 

Árant á Mýrini

 

Jónas Djurhuus

 

Mia Thorkildshøj

 

Miriam í Grótinum

 

Christian Berg Petersen

 

Asbjørn Heide Olsen

 

Hákun Thorkildshøj

 

Ari Isfeld

 

Sanna Thorkildshøj

 

Bjarnhild í Buð Justinussen

 

Ranja Joensen