Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia og Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn - báðir við hóttanum móti Ukraina, tí ein oljurørleiðing, sum russar hava bumbað, ikki er latin uppaftur

Bæði Fico og Orban við hóttanum móti Ukraina

Annar hóttir við at blokera milliardalán úr ES, og hin hóttir við at steðga neyðveiting av streymi

Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia og Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn - báðir við hóttanum móti Ukraina, tí ein oljurørleiðing, sum russar hava bumbað, ikki er latin uppaftur

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, hóttir nú við at blokera eitt milliardalán, sum ES skal lata Ukraina.

 

Orban vil hava Ukraina at lata uppaftur eina oljurørleiðing úr Russlandi, Drusjba-rørleiðingina, sum hon verður rópt.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at rørleiðingin fekk skaða undir einum russiskum álopi á Ukaina hin 27. januar.

 

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, hevur áður hótt við at steðgað landsins neyðveiting av streymi til Ukraina, um Drusjba-rørleiðingin ikki verður latin uppaftur.

 

Robert Fico heldur uppá, at umvælingararbeiðið av oljurørleiðingini er liðugt.

 

 

 

 

 

Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia og Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn - báðir við hóttanum móti Ukraina, tí ein oljurørleiðing, sum russar hava bumbað, ikki er latin uppaftur